Finalan um løgmanssteypið verður ikki send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum ár, soleiðis sum hon hevur verið seinastu tvey árini.
Orsøkin er, at Fótbóltssamband Føroya ikki vil gjalda Kringvarpinum pengar fyri at senda dystin.
Í tíðindunum í útvarpinum í morgun greiddi aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum frá, at tey ikki vilja gjalda Kringvarpinum pengar fyri at senda.
Soleiðis eru tað handilslig áhugamál uttan fyri Kringvarp Føroya sum hava avgjørt, at fótbóltsfinalan ikki verður send í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í ár.