FSF umhugsar endurgjaldskrav

Fótbóltslandsliðið fekk ikki ætlaðu venjingardystirnar á leguni í Spania, og nú kannar FSF møguleikan fyri endurgjaldi

Eftir ætlan skuldi føroyska fótbóltslandsliðið spæla venjingardyst móti spanska Malaga í gjár, men hesin dysturin varð tó av ongum. Orsøkin var, at spanska fótbóltssambandið ikki vildi loyva føroyska landsliðnum at spæla dyst, og so boðaði Malaga frá, at teir kendu seg noyddar at taka seg úr avtalaða dystinum.

 

- Hetta var sjálvandi ikki tað, sum vit ætlaðu. Vit fara nú at seta okkum í samband við írska agentin, sum stóð fyri fyrireikingunum, og tað kann væl vera, at vit seta fram endurgjaldskrav, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF.

 

Virgar sigur, at formliga hevði spanska fótbóltssambandið rætt at nokta føroyska liðnum at spæla.

 

- Altjóð reglurnar eru, at skal eitt landslið spæla dyst í øðrum landi, so skal viðkomandi land góðkenna, at dysturin verður spældur. Hetta hevur tó ongantíð verið praktisearð øll tey árini, sum vit hava verið í Spania á venjingarlegu. Hesa ferð fingu vit tó frænir av, at trupulleikar kundu stinga seg upp, og tí sendu vit formliga umsókn til spanska fótbóltssambandið, men tá var svarið, at umsóknin kom ov seint.

 

Aðra staðni hevur verið ført fram, at ein orsøk er, at Føroyar á venjingarleguni eisini spældu móti landsliðnum hjá Gibraltar. Spania hevur støðugt verið ímóti, at Gibraltar fekk altjóða limaskap, og tí er spurnartekin sett við, um talan var um hevnisøku, nú Spania ikki vildi loyva Føroyum at spæla, men hetta vil Virgar Hvidbro ikki gera viðmerkingar til.

 

- Vit royndu sjálvandi tað, sum vit kundu, men vit bara at vita, at spanska fótbóltssambandið á ongan hátt vildi hava, at dysturin millum Føroyar og Malaga kundi vera við til at taka fokus frá dystinum, sum Spania spældi móti Italia í gjárkvøldið, sigur aðalskrivarin hjá FSF.