FSF keypir senditíð í 3-2

FSF hevur fyri 170.000 krónur tryggjað sær, at KvF vísur steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum beinleiðis, umframt at senda frá flestu av umførunum í Effo-deildini í hesum kappingarárinum. Fótbóltssamband hevur nú eins og Ítróttarsamband Føroya keypt sær senditíð í ítróttarsjónvarpssendingini hjá Kringvarpinum, 3-2.

 

- Fótbóltssamband Føroya og Kringvarp Føroya hava gjørt avtalu um, at FSF stuðlar Kringvarpinum, so ítróttarsendingin 3-2 verður á skránni í 2013. Umframt at Kringvarpið í avtaluni við FSF stílar eftir at vísa frá flestu umførunum í fótbóltslandskappingini, fer Kringvarpið eisini at vísa steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í sjónvarpinum, stendur í tíðindaskrivi.

 

- Ítróttarsendingin í sjónvarpinum hevur nógvar hyggjarar kring landið, og tá tað hevur týdning fyri okkum, at føroyingar síggja nógvan fótbólt, so hava vit valt at stuðla 3-2, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

 

Kringvarpið vísir á, at uttanhýsis kostnaðurin at hava 3-2 á skránni er einar 30.000 krónur um mánaðin, og tí kemur stuðulin frá FSF væl við.

 

- Tað er kostnaðarmikið at hava upptøkur frá ítrótti kring landið, og tí er hesin stuðul kærkomin, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya.

 

Áðrenn hvørja 3-2 sending, verða hyggjararnir kunnaðir um, at FSF og ÍSF stuðla ítróttarsendingini.