FSF forseti: Seinasta freist at stilla upp í dag

Stríðsval: Stillar fyrrverandi FSF forseti upp til valdyst?

Um tíggju dagar, leygardagin 18. feburar, verður aðalfundurin hjá fótbóltssambandinum. Á fundinum verður eisini forsetaval, umframt at tríggir nevndarlimir standa fyri afturvali. Seinasta freist at stilla upp er í dag.

 

Sostatt verður longu í dag greitt, um tað verður stríðsval um forsetasessin ella nakran av sessunum í starvsnevndini. Sitandi forseti er Christan F. Andreasen, sum hevur sitið síðani 2010. Í starvenevndini standa Jákup Martin Joensen, Róin Schrøter og Fríðin Ziskason fyri afturvali.

 

Norðlýsið skrivar, at Høgni í Stórustovu, sum var FSF forseti frá 2008 til 2010, skal eitast at umhugsa at stilla upp. Høvðuspersónurin sjálvur sigur við Norðlýsið, at ongar viðmerkingar hevur til málið, men staðfestur at eitt felag má skjóta hann upp, fyri at kunna stilla upp.

 

FSF forsetin og starvsnevndarlimirnir sita fyri fýra ár á gangin. Tað eru seks starvsnevndalimir og tríggir standa fyri vali annað hvørt ár.