»&og okkum vitandi hevur einki fótbóltsfelag, sóiðani núgaldandi kappingerreglur fyri fótbólt vórðu samtyktar, nakrantíð gjørt galdandi, at avgerðir hjá dómsnevndini ikki skulu verða endaligar.«.
Somikið greið er staðfestingin, sum umsitingin hjá FSF hevur sent ÍSF. Ein staðfesting, sum millum annað hevur við sær, at FSF ikki hevur útflýggjað ítróttardómstólinum málsviðgerðina av málinum um Páll M. Joensen.
Tað er tó ikki heilt rætt, tá sagt verður, at føroyskur fótbóltur ikki hevur góðkent ítróttardómsólin sum verandi eitt slag av hægstarætti fyri føroyskan ítrótti eisini fótbólt.
Upprunin úr fótbóltinum
Fyrst og fremst, so stavar ítróttardómstólurin beinleiðis frá fótbóltsheiminum. Hetta tá tað í 1981 var almikið rok um, hvørt MB ella LÍF skuldu flyta upp í táverandi 1. deild. Tað málið endaði til seinast í rættinum sum sivilt sakarmál, og tað var ein støða, sum ítróttarheimurin fyri alt í verðini vildi sleppa undan. Tí varð síðani farið undir at smíða eitt lógarverk fyri ítróttardómstólin. Føroyski ítróttarheimurin var tó ikki heilt búgvin til hetta, og tí varð uppskotið ikki lagt til endaliga samtykt í 80unum.
Uppskotið er tó seinni samtykt. Ikki minst, tí eitt mál úr fótbóltsheiminum skapti trýst á ein slíkan instans. Hetta tá B36 førdi eitt sera prinsipielt mál allan vegin til dómsnevndina, hóast teir sambært formanninum í felagnum vóru væl vitandi um, at dómsnevndin ikki fekk gjørt nýggjan úrskurð í málinum. Hetta prógvaði tó, at ynskið um ítróttardómstól framvegis var til staðar, og síðani er ein slíkur eisini samtyktur av aðalfundinum.
Og eisini her hevur FSF havt sín leiklut. Umvegis umboðan á stjórnarfundi, so hevur FSF verið við til at leggja uppskotið fyri aðalfundin, og á aðalfundinum hava føroysku fótbóltsfeløgini hvør í sínum lagi eisini møguleika at siga sína hugsan. Sum vit hava skilt tað, so varð uppskotið tó einmælt samtykt, tá hetta var fyri, og tí ber helst illa til hjá fótbóltinum nú at siga, at ongar avgerðir enn tær hjá FSF verða góðtiknar av føroyskum fótbólti.