Fótbóltskappingarárið 2005 er farið av bakkastokki. Fyrsti veruligi dysturin á árinum var leiktur í Hvalba leygardagin, har Royn og FS Vágar 2004, sum vágamenn nú rópa liðið hjá sær, brustu saman.
Talan gjørdist um ein rættuliga javnan dyst, og avgerðin fall ikki, fyrr enn okkurt um tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Tà fingu vágamenn brotsspark, og tað setti Birgir Joensen í netið til 1-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Við sigrinum hevur FS Vágar spælt seg víðari í kappingini, og nú fáa teir høvi til at royna seg í eini rættuligari lokaluppgerð, tí mótstøðuliðið í næsta umfari verður eingin annar enn SÍ úr Sørvági. FS Vágar má tó metast sum stórfavorittar til tann dystin, tí liðið spælir á hægri støði enn sørvingar, og harumframt hava teir eisini nógvar spælarar, ið hava royndir úr fremstu deildini í Føroyum.