Fiskamarknaður Føroya seldi góð 600 tons av frystum gulllaksi á uppboði í dag. Tað er ikki vanligt, at Fiskamarknaður Føroya hevur frystan fisk á sølulistanum, men í dag seldi marknaðurin 610 tons av frystum gulllaksi.
Tað vóru Kollafjørð Pelagic og Atlantis í Vestmanna, sum seldu, og seljararnir keyptu sjálvin fiskin, sum nú verður fluttur av landinum. Gulllaksurin hevur ligið frystur á virkinum í Kollafirði og í Fuglafirði síðani í heyst.
Frysti gulllaksurin varð seldur um uppboðssøluna, tí at gulllaksur verður flokkaður sum botnfiskur og skal tí seljast um uppboðssøluna, áðrenn hann kann flytast av landinum.
Kelda: Kringvarpið