Stóra mongdin av regni byrjar nú veruligani at gera um seg á Roskilde. Kampingøkið á Roskilde liggur undir í vatni. Fyrr í vikuni nevndu vit, at festivaløkið var eitt stórt runudíki. Men metstóra avfallið seinastu dagarnar hevur gjørt stóra runudíkið til ein stóran hyl ístaðin. Nógva staðni kemur vatnið heilt upp til knøini á fólki, og fleiri festivalgestir hava verið tvungnir at flyta telt ella kampingvogn.
Fleiri túsund gestir valdu tí hóskvøldið at enda vitjanina áðrenn tíð. Kaotiska støðan hevur havt sína ávirkan á ónøgda fólkið:
- Á plássinum, har fólkið bíðaði eftir bussunum, valdaði hóskvøldið reguler frumskógarlóg. Bussarnir steðgaðu bara onkrastaðni, so ónøgd fólk kroystu seg fram, og hetta elvdi til fleiri bardagar, sigur tíðindamaður okkara á staðnum Niels Uni Dam.
Hann sigur, at Roskilde Festivalurin als ikki hevur verði nóg væl fyrireikaður í hesum førinum. Eingin vaktur er settur, at halda skil á støðuni og tí hetta óskilið:
- Tað er óhugnaligt at ímynda sær, men til tíðir minti støðan í gjár eitt sindur um ræðuleikan í 2000, tá ið 9 fólk doyðu á festivalinum. Vónandi fáa fyriskipararnir hetta í rætt lag.
Roskilde Festivalurin heldur á fram til sunudagin.










