Frost og kavi í morgun

Bilførarar mugu ansa eftir í morgun, tí tað er hált kring alt landið

Landsverk heitir í morgun á bilførarar um at ansa eftir í morgun, tí tað er hált kring alt landið. Tað er kavi og undir frostmarkið.

 

Kringvarpið visti í morgun at siga, at ein lastbilur hevur staðið fastur á sandavágshálsi, men er nú sloppin leysur og tarnar ikki ferðsluni.

 

Landsverk hevur verið og ruddað og saltað, men heitir á bilførarar um at ansa sær, serliga nú tað ikki hevur verið kavi og frost í eina tíð.