Fronsk vitjan á Ráðhúsinum

Umboð fyri fronsku skonnartina Belle Poule, vóru í dag á vitjan hjá Heðin Mortensen.

Skonnartin Belle Poule hjá fronsku verjuni er í hesum døgum á vitjan í Havnini. Belle Poule er systurskip til Etoile, ið fyri nøkrum vikum síðani eisini var á Havnini.


Í samband við vitjanina vóru umboð fyri skonnartina á vitjan hjá borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen.


Við á vitjanini vóru Dominic Lagadou, skipari á skonnartini, Andreas Holm, næstleiðari fyri Arctic Command, Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum, og oberst Johanic Galode frá fronsku sendistovuni í Keypmannahavn.


Skonnartin er á veg á til Íslands, har tað skal vera við í "Fronsku dagarnar".
Høvi verður at vitja umborð á Belle Poule í morgin, týsdagin 21.juli.