Fronsk "café-concert" í Reinsarínum

Mikukvøldið 14. desember kl. 20 verður ein fronsk konsert við flokkinum 21a av Glasi í Reinsarínum.

Tey vilja spreiða sanggleði, halda myndaframsýning og selja eisini vaflur til frama fyri eini námsferð til Fraklands. Dreingjakórið eru gestasangarar. Tað er ókeypis atgongd og sjálv konsertin er í tveimum og endar kl. 22. 

Vive la langue française et l'amour!