Froja og Sarah hava júst útgivið sjónbandalag til sangin "Venner" á teirra Youtube rás. Sjónbandalagið er upptikið í Føroyum í summar.
Genturnar hava sjálvar skrivað sangin, upptøkurnar eru gjørdar í Medley Studios í Keypmannahavn.
Sangurin Venner og ein karaoke útgáva verða tøk á øllum stroyming tænastum (til dømis iTunes, Spotify, Tidal) komandi dagarnar.
Genturnar eru í hesum døgum í upptøkuhølunum og taka upp ein nýggjan jólasang, ið væntandi verður útgivin um miðjan november.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj nýggja videolagið.









