Tað var serstakur hátíðardámur yvir upplatingina, tá listafólk og ikki minst nógvir fuglfirðingar vóru hjástæddir. Frits nýtti høvi til at takka teimum øllum fyri sýnda áhugan og veitti hann eina serstaka til tøkk til listamannin Janus Kamban, sum 30 ár frammaundan hevði tikið so væl ímóti Frits, sum tá royndi seg við sínum fyrstu málningum á eini framsýning í Listaskálanum. Har var so eisini Sunnleif Rasmussen, sum hevur givið listamanninum íblástur. Eftir tað spældu ungir tónleikarar úr Fuglafirði. Gunnrið á Lakjuni spældi cello saman við Jóannes Andreassen uppá klaver. Frits hevði so eisini gjørt eitt litið mustikkstykki sjálvur, kallað "Skjøldur", ein duett millum tvær klarinettur. Tveir av næmingunum í musikskúlanum í Fuglafirði framførdu hetta stykkið.
-Tað frøddi meg at síggja Janus Kamban til upplatingina sigur ein fegin og fryntligur Frits Johannessen og greiðir frá, at tá hann kom til Havnar 30 ára gamal og hevði framsýning tók Janus Kamban ímóti sær við orðunum: "Tú málar sum ein rættur málari." -Eg gloymi ongantíð orðini. Janus Kamban man vera tann føroyski listamaðurin, saman við Ingálvi av Reyni, sum hava havt størsta týdningin fyri føroyska list. Teir hava altíð dugað at givið teimum, sum eru byrjaðir, eitt herðaklapp. Og at fáa tað frá so frægum listamanni hevur gjørt, at man fór víðari.
Framsýningin er opin allan apríl mánað og inn í mai.