Ein maður var í Føroya rætti í gjár frídømdur fyri at hava nýtt bensinkortið hjá arbeiðsgevaranum, eftir at hann var uppsagdur úr fyritøkuni.
Maðurin var í septembur 2013 uppsagdur úr starvi sínum, og fekk tá boð um at avlevera allar lutir, sum hoyrdu arbeiðsplássinum til. Hetta gjørdi hann, men gloymdi at avlevera bensinkortið til bilin, hann nýtti, sum lá í buksulummanum.
Tá maðurin var uppsagdur, hevði hann góðar 12.000 krónur til góðar í løn hjá arbeiðsgevaranum, men tað skuldi vísa seg at vera sera striltið, at fáa írestandi lønina útgoldna.
Tað stóð púra fast millum partarnar og at enda tók ákærdi sakina í egnar hendur. Um arbeiðsgevarin ikki vil rinda mær lønina, nýti eg bensinkortið, sum eg havi liggjandi, hugsaði maðurin. Komandi mánaðirnar fylti hann tí bensin á sín egna bil fyri eina upphædd, líknandi henni, arbeiðsgevarin skyldaði honum. Síðani tveitti hann bensinkortið burtur.
Tá arbeiðsgevarin varnaðist nýtsluna, valdi hann at melda mannin, og ákæruvaldið reisti ákæru móti manninum fyri heimildarsvik. Og tað kann hava verið bjarging hins ákærda.
Føroya rættur fríkendi í dag mannin, tí hann ikki kann dømast fyri tað, sum hann er ákærdur fyri. Í eini ákærdu um heimildarsvik er tað eitt krav, at tann órættaði hevur verið fyri fíggjarligum tapi, men Føroya rættur vísti á, at soleiðis er ikki í hesum føri. Arbeiðsgevarin hevur mist góðar 12.000 krónur orsaka av nýtsluni av bensinkortinum, men samstundis skuldi arbeiðsgevarin rinda á leið somu upphædd til mannin í írestandi løn.
- Við tað, at tað ikki kann roknast sum prógvað, at maðurin hevur ført arbeiðsgevaranum eitt fíggjarligt tap ella vanda fyri slíkum, er tað ikki grundarlag fyri at revsa ákærda fyri brot á §280 í revsilógini, sigur dómarin í dómi sínum.
Føroya rættur tekur sum so ikki støðu til, um tað var rætt ella skeivt, sum maðurin gjørdi, men staðfestir einans, at maðurin ikki kann revsast eftir júst hesi ákæruni.
Les meiri um málið í Sosialinum, sum varð borin út í dag.










