Friðarligt í náttarlívinum men ósemjur aðrastaðni

Rúsdrekkakoyring, ósemjur og ov nógv ferð merkti arbeiðið hjá løgregluni í nátt

Hóast náttarlívið hevur verið friðarligt hjá løgregluni, so hava tey kortini ikki verið arbeiðsleys. Í nátt eru ferðslukanningar gjørdar, sum millum annað høvdu við sær, at ein persónur er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Eisini gjørdi løgreglan ferðmátingar, millum annað á Glyvursvegi, sum er vegurin frá rundkoyringini við kirkjugarðin við Velbastaðvegin í Havn, um brúnna út á Argir og út á Hamaran. Har er ikki loyvt at koyra meira enn 50 km um tíman, hóast vegurin er breiður og góður, og har koyra bilar mangan ov skjótt, og fleiri hava mist koyrikortið júst á hesum vegastrekki. Í nátt var so onkur tikin har fyri at koyra ov skjótt.

Eisini hevur onkur fingið klipp í koyrikortið fyri at yvirhála, har ikki er loyvt at yvirhála.

Harumframt hevur løgreglan verið úti til ósemjur norðanfyri, sum løgreglan mátti loysa við at tosa persónarnar til sættis. Tað hava verið tvær slíkar hendingar nátt. Harumframt hevur okkurt herverkið verið.

Koronuavmarkingarnar hava broytt arbeiðið hjá løgregluni, men fyri tað um friður er í náttarlivinum, so merkir tað ikki, at løgreglan er vorðin arbeiðsleys.

– Nú eru ósemjurar fluttar aðrastaðni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.