Ófriður og herverk í Havn

- Tað, sum hendir í býnum eitt slíkt vikuskifti, hendir er oftast tí, at fólk eru ov drukkin og duga sær ikki hógv, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn

Vikuskifti

 

Nú tað stundar til jólar, og nógvar fyritøkur skipa fyri jólafrokostum, merkir hetta eisini, at nógv fólk er í býnum. Nógv verður drukkið, og tað hendir meira enn so, at okkurt keðiligt spyrst burtur úr, tá ið fólk gerast ov full.

Vakthavandi sigur, at talið av fullum fólki í býnum í vikuskiftinum hevur verið meira enn eitt miðal vikuskifti.

- Vit hava verið nógv úti, tí fólk hava boðsent okkum, men í fleiri førum er talan ikki um tey stóru málini.

 

Ófriður á gøtuni

Løgreglan sigur, at tey vórðu boðsend einar 15 ferðir í vikuskiftinum til ymiskan ófrið, bæði úti á gøtuni og í onkrum føri heima við hús hjá fólki, og okkurt harðskapsmál hevur eisini verið.

- Í flestu førum eru tað full fólk, sum eru komin til ilnar, og í nógvum førum ber til at tosa partarnar til sættis.

Løgreglan sigur, at tey royna altíð at brúka tann mildasta háttin fyrst, sum hann tekur til, og tað er at vita, um partarnir, sum eru komnir til ilnar, kunnu skiljast í sátt og semju. Tað er sum oftast tað besta fyri báðar partar.

- Men sjálvandi; hetta gongur ikki altíð, og tá noyðist løgreglan at taka stig til at loysa málið. Í øðrum førum kann talan vera um veruligan harðskap, soleiðis at annar parturin meldar hin, og tá gerst hetta til eitt mál.

 

Herverk á bilar

Okkurt herverksmál hevur eisini verið í vikuskiftinum, og í tí eina førinum hevur ein ungur maður gjørt seg inn á tveir bilar í Varðagøtu.

- Í hesum førinum var tað ein maður, sum var á veg oman í býin. Á vegnum gjørdi hann seg inn á tveir bilar í gøtuni. Vit halda ikki, at nakað bevíst lá aftanfyri hetta, men at maðurin, sum var um 20 ára aldur, kanska ”keddi” seg á ferðini omaneftir.

Løgreglan sigur, at í einum øðrum føri hevði ein maður, sum var útihýstur á eini ølstovu, brotið onkran rút í hevnd.

- Tað, sum hendir í býnum eitt slíkt vikuskifti, hendir er oftast tí, at fólk eru ov drukkin og duga sær ikki hógv, sigur vakthavandi.