Ófriður og harðskapur í Póllandi undan EM dysti

Løgreglan hevur mist tamarhaldi í gøtunum í Warsawa undan dystinum millum Pólland og Russland. Viðhaldsfólk eru farin til hendurs og tíðindafólk á staðnum siga at tað minnur um kríggj so alvarslig er støðan, skrivar BBC.

 

Áleið 5.000 russar hava í dag masjera gjøgnum Warsawa fyri at hátíðarhalda russiska tjóðardagin. Tað var eftir at fólk fóru at tveita ymiskt eftir teimum, at øði kom í grindina. Eini 6.000 løgreglufólk eru á gøtunum, men tey hava ikki megnað at hildið tamarhald á støðuni. Løgreglan hevur ávara um at tað kundi ganga gali millum pólsku og russisku viðhaldsfólkini.

 

"BBC hevur eitt innslag um ófriðin og harðskapin, ið kann síggjast HER"

 

Russiska tíðindastovan, Interfax, sigur at í einum tilburði lupu 50 póllendingar á nakrar russar á eini cafe, meðan danska Ekstra Blaðið sigur at tað eru meldingar í benda á at ein persónur møguliga hevur latið lív í ófriðinum. Rory Smith, tíðindamaður á The Times sigur umvegis sína Twitter síðu, at hann hevur verið í samband við løgregluna og sigur at ongin hevur latið lív í samanbrestinum.

 

Søgan millum Pólland og Russland gongur meiri enn ein øld aftur í tíðina, tá gamla Sovjet ráddi í Póllandi, umframt at teir stýrdu Póllandi við harðari hond undir kalda krígginum.

 

Mynd: EPA