Tað er kreppa í sambandinum millum Holland og Turkaland.
Londini, sum bæði eru NATO limir, eru ósamd um hvussu langt Turkaland kann fara í eini roynd, at víðka um heimildirnar hjá sitandi forsetanum í Turkalandi, Recep Erdogan.
Ein fólkaatkvøða skal skjótt verða í Turkaland, ið skal geva Erdogan størri makt sum forseti. Fleiri lond hava víst á, at Turkaland undir Erdogan er farið ov lang aftureftir fólkaræðisliga og hetta er enn eitt stig á leiðini. Millum annað eru miðlar nógv skerdir í Turkalandi og Erdogna er meir at líkan einum einaræðisharra.
Í samband við valið, hevur turkiska stjórin ætlanir um at hava veljarafundir londum, har nógvir turkar búgva, ið eisini hava valrætt í Turkalandi. Til dømis í Hollandi og Týsklandi.
Bæði Týskland og Holland hava noktað fyri, at veljarafundir kunnu fara fram hjá teimum. Hollan skal hava tjóðartingsval í hesi vikuni og eru varin við trygdini í samband við valið. Tískil noktaðu tey einum turkiskum ráðharra at koma inn í landið, tá viðkomandi ætlaði at hava ein fund fyri turkiskum veljarum í Hollandi.
Hetta hevur fingið Erdogan at líkna Holland og Týskland við nasistastýrið í 30- og 40unum, við teirra einaræðisstýri. Fleiri turkar hava eisini mótmælt á gøtunum í Hollandi seinastu dagarnar.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, avlýsti eina turkiska vitjan í Danmark herfyri, tí hann vildi ikki gerast óbeinleiðis partur av stríðnum.
Sambandið millum Turkaland og nógv vesturlendsk lond er versnað nógv seinastu árini, vegan framferðarháttin hjá Erdogan. Millum annað verða mannarættindir í Turkalandi ikki vird. Erdogan fongslar eisini nógv av sínum politisku mótstøðufólkum eins og miðlar eisini verða sensureraðir.