Friðing av Koltri

Eg havi fyrr, í lesarabrævi her í blaðnum, mælt til at Koltur verður friðað fyri seyð og húsdjór annars

Hetta hevur ikki eydnast, serliga tí, at festari var harúti, men nú er so tað hent, at verandi festari fer í annað starv og hevur, sambært fjølmiðlunum, sagt garðin frá sær.

Nú er tí lagamanni at seta nevndu friðing í verk.

Eg fari tí, at heita á landsstýrismannin í búnaðarmálum at taka hetta mál upp beinan vegin. Eitt mál, ið vil verða til stórt gagn fyri allari gransking í Føroyum innan plantu- og fuglalív, jarðarslit v.m.

Gerið nú nakað við hetta!

Saltangará, tann 10. desember 2008