Friðarligt men ikki einsligt í Gásadali

Í summar fekk fjarskotna bygdin Gásadalur tveir nýggjar íbúgvar  eini eldri hjún, sum hava búð í høvuðsstaðnum síðani fyrst í 60unum.
 Tað gamla dró í okkum aftur, sigur 80 ára gamli Tummas Juul og 79 ára gamla Katrina við Skipá

Gásadalur: Tað var ein stórur dagur fyri fólkið í Gásadali, tá koyrandi varð av bygdini og til grannabygdirnar.
Nógv hildu at tunnilin kom í seinna lagi, tí bygdini varð neyvan lív lagað. Lítið fólk var í bygdini, og tey sum vóru her vóru øll komin væl til árs.
Fyri nøkrum árum síðani sóust tó menn byrja at grava út fyri einum nýggjum sethúsum í bygdini. Mundi tað vera ungfólk sum ætlaðu sær at seta búgv her?!
Nei, so var ikki. Talan var heldur hinvegin um eini eldri hjún, sum bæði liggja um 80 ára aldur  hjúnini Tummas Juul og Katrina við Skipá.
Á sumri í fjør var arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at tey kundu flyta inn í nýggju húsini niðarlaga í bygdini.
 Vit fluttu higar tí vit í roynd og veru vóru mett av Havnini, bilunum og stórbýinum. Nú skuldi verða friður rundan um okkum, sigur Tummas Juul.
Hann hevur sett væl fyri í sofuni í hugnaligu stovuni at práta við umboðini fyri tíðinatænastuna. Tað er ikki at taka seg aftur í, at hann og konan síggja út til at trívast her vesturii.
 Her er deiligt at vera og stak friðarligt. Jú, her trívast vit væl, siga tey bæði við ein munn.
Teimum dámar væl at ganga runt í bygdini og njóta vøkru náttúruna.
Tað er eisini vakurt í Gásadali ein vetrardag í februar mánaði 2006!
Gamalt ynski
At tey bæði Tummas Juul og Katrina yvirhøvur skuldu koma aftur til Gásadals at búgva,  ja, tað hava tey hugsað um í mong ár.
Katrina er ættað higani, meðan Tummas Juul er ættaður úr Sørvági. Higartil hava tey búð her síðani í summar, men annars hava tey búð uppi undir Varða í Havn síðani 1963.
Men hví so flyta úr høvuðs­staðnum og allan vegin vestur í útjaðarin og til eina so fjarskotna og lítla bygd sum Gásadal? Er tað ikki ein avgerð, sum krevur umhugsni og eina álvarsama vigan av fyrimunum og vansum?!
 Hví vit tóku avgerð um at flyta  ja, tað var mest tí at tað gamla dró í okkum.
 Vit hava faktiskt hugsað um hetta líka síðani 1964. Men fyrst á sumri 2005 kundu vit so flyta higar, siga tey bæði.
Hesi árini hava tankarnir reikað aftur og fram um, hvussu tey skuldu búleikast her vesturi: Skuldu tey byggja ella keypa?!
Tá tað so eydnaðist teimum at fáa fatur á einum grundøki, var bara at fara til verka við haka og spaka.
At leggja grundina undir sethúsini var ikki so einfalt, tí einki grót fanst í sjálvari bygdini. Men lukkutíð kundu tey fáa grót úr tunlinum til Gásadals.
Alt hetta endaði so við at tey nú hava fingið sær eini sera snotulig og hóskandi sethús til eini eldri hjún.
Hvør dagur hevur sína gleði
Hóast tey búgva í lítlari og fjarskotnari bygd, so er einki sum bendir á, at tíðin tykist teimum ov long.
Hvør dagur hevur sítt at geva, og tí er hvør dagur ein gleði og uppliving í sjálvum sær.
Tummasi Juul dámar væl at takast við okkurt handaligt uttanfyri húsini.
 Tað er altíð okkurt at gera, tá ein er farin í nýggj hús, sigur Tummas Juul.
Henda morgunin vit vitjaðu í Gásadali var sera kalt í veðrinum. Enn var hann so ikki farin til verka uttandura.
Innanveggja er heldur ikki alt liðugt enn. Kjallarin er ikki stoyptur, men tað skal so eisini gerast.
Alt tekur eisini sína tíð, tí húsini standa soleiðis fyri, at alt má trillast niðan til húsini.
Góð byrjan við Bíbliuni
Eingin dagur er eins hjá teimum báðum Tummas Juuli og Katrinu. Men tað er kortini eitt, sum er eins hvønn einasta dag.
 Tað er sera týdningarmikið at byrja dagin væl. Og tað geri eg við at lesa í Bíbliuni, sigur Tummas Juul.
Hesin dagurin vit vitjaðu í Gásadali var eisini byrjaður  væl  og á sama hátt. Tummas Juul hevði júst endað sína andaligu løtu við bíbliulestri og bøn, meðan konan hevði ruddað í húsinum.
Ein gestur hevði longu verið til morgunkaffi og tá komið var út ímóti middegi komu fleiri umboð fyri tíðindatænastuna á vitjan eisini.
Tá Tummas Juul herfyri fór um tey 80 árini vóru 30 fólk í føðingardegi hjá honum. Hann var sjálvandi heima føðingardagin!
Samband við umheimin
Tey hava í eina tíð havt trupul­leikar við telefonsam­skiftinum við umheimin.
Telefonin hevur ikki riggað sum hon skuldi í nakrar dagar, og nú eru so boð send eftir einum manni frá Føroya Tele at umvæla hetta brekið.
Hesin maðurin var byrjaður tíðliga um morgunin og út á fyrrapartin hevði hann bæði funnið og rætta brekið. Og nú riggaði.
 Hygg her. Kom innar og fá tær ein skjótan kaffimunn. Tað er heitt á kannuni, sigur tann fryntliga Katrina.
Uttan telefonina hava tey samskifti við onnur umvegis fartelefonina. Trupulleikin hevur bert verið, at sambandið innanveggja hevur ikki verið av tí besta.
Tá onkur hevur ringt uppá fartelefonina, hava tey tí verið noydd at taka hana inni og síðani renna út á trappurnar fyri at svara tí, sum ringdi.
 Hóast vit hava skundað okkum, so hevur hin ofta longu lagt hornið á, tá vit komu út á trappurnar.
 Men nú hevur Terji ordnað telefonina so fínt, so nú kunnu fólk bara ringja til ta telefonina aftur, sigur Katrina.
Til handils
Nú bergholið er komið til Gásadals er lag á manni at fara av bygdini og til aðrar partar av landinum.
 Hann sigur gott veður í morgin. Og tá ætla vit okkum til Havnar.
 Tað er altíð okkurt pappírs­arbeiði at ordna, tá ein er fluttur í nýggj hús, sigur Tummas Juul.
Hinvegin so er stutt hjá teimum til næsta handil. Tað tekur bert einar 15 minuttir ella so at koyra til Sørvágs, og har fáa tey keypt tað, sum krevst til húsarhaldið.
At koyra henda teinin er eingin trupulleiki fyri tey. Hetta er tey longu vorðin von við.
 Hetta er jú ikki so nógv longri enn at koyra úr útjaðarinum í Havn og oman í miðbýin, sigur Tummas Juul við einum brosi.
Í samkomuni
Tað er kortini ikki bert í Gásadali at tey bæði brúka sína tíð.
Ein stórur partur av frítíðini  um ein kann siga tað so  verður eisini nýttur til samkomuarbeiði.
Í Havn vóru tey virkin innan hvítusunnurørsluna, og tá tey fluttu vestur til Gásadals hildu tey ikki uppat við hesum.
Í Miðvági er samkoman Fila­delfia, og her tænir Tummas Juul eisini. Í samkomuni eru møtir bæði sunnudagar og eisini mitt í viku.
 Her hjálpa vit til við tí ymiska, sigur Tummas Juul.