TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rasmus V. Samuelsen gjørdi við Arthur Johansen, sum er ein av vaktarmonnunum á G-festivalinum. Samrøðan var gjørd í beinleiðis sending á Rás2 fyrr í kvøld.
Í samrøðuni letur Arthur Johansen væl at, og hann staðfestir, at fólk skikka sær væl, og tað lættir væl um arbeiðssetningin hjá teimum, sum standa og halda vakt.
Í kvøld klokkan 19 verður aftur beinleiðis sending á Rás2, har Rasmus V. Samuelsen og Sasho Bjartsson fara at gera beinleiðis samrøður frá G festivalinum á Rás2. Fleiri av samrøðunum verða lagdar út á in.fo seinni um kvøldið.










