Í óveðrinum leygardagin savnaðust eini 60 fólk í Havn fyri friði í Gaza. Eins og aðrastaðni í heiminum, var eisini friðargonga fyri Gaza í Føroyum leygardagin.
Gongan fór úr Gundadali og oman í Mettustovu á Reyni, har tónleikabólkurin Tinganest framførdi nøkur løg og Elisabeth Olsen flutti fram røðu.
Ein av stigtakarunum til friðargonguna var íslendski Helgi Gudmundsson, sum var væl nøgdur við tiltakið. Hann hevði fingið hugskotið úr Íslandi, har kallað varð inn til friðargongu yvir Facebook. Eisini í Føroyum varð tiltakið lýst yvir Facebook og síðani í útvarpinum.
Luttakararnir tóku hvørki partí við Ísraelar ella Palestinar, men ynsktu at friður skal aftur valda í økinum.