Fremmandar lærur í Føroyum

Eg eri ógvuliga hart ímóti øllum fremmandum lærum, innanfyri barnagarðar, skúlar og lærustovnar í landinum og í Havn, ið hava við børn, ungdóm og tilkomin at gera.

Tað er tá børn, ungdómar og tilkomin verða sammett við rottur á ransóknarstovum á universitetum, ið er fyrimyndin fyri uppaling og frálæru innan áðurnevnda.

Tað er talan um pedagogik, psykologi, psykiatri, ið ikki viðgerð børn, ungdóm og tilkomin í viðgerðum um landi og í Havn, sum ein menniskjaligan skapning.

Tað er øll hendan áhaldandi fjøtran, heiladálkan, vaskan, indoktrineran av sinnalagnum, ið órógvar heilasamskifti hjá børnum, ungdómum og tilkomnum aðrastaðni.

Tað er avgerandi neyðugt at fáa steðga allari fjøtran, heiladálkan, vaskan, indoktrineran av sinnalagnum, ið eingin av teimum tørvar um landi og í Havn.

Tað eru hesar fremmandu lærur, pedagogar, psykologar, psykiatarar og lærarar við sernámsdepilin, ið oyðileggja lívið hjá børnum, ungdómum og tilkomnum.

Tað kann skapast friðarlig framferð allastaðni, sleppa vit okkum av við fremmandu lærurnar, og hesi fólkini, vit hava í barnagørðunum, skúlunum og lærustovnunum.

Tað geldur ikki minst avvenjingarheim, psykiatriskar deildir og viðgerðarstovnar, sum vit hava í Havn/Suðurstreymoy, ið ein er ógvuliga hart ímóti.

Tað er eingin av øllum hesum, ið hava uppiborið at fáa eina ómenniskjaliga viðferð innan fyri áðurnevnda. Hetta skulu øll gera sær greitt í dag.

Tað eru øll tey væletableraðu í samfelagsskipanum, ið hava skipað fyri, at nógv vera burturgoymd við hjálp av dómsvaldi, ákæruvaldi og politivaldi.

Eg havi áður livað ímillum slík medmenniskju á psykiatriskum deildum bæði niðri og heima.