Fremad Amager fekk bank

Andrew av Fløtum skeyt einsamalla málið í dystinum móit Herfølge sunnudagin, men tað var sum so einasta ljóspunktið í einum dysti, sum neyvan verður mintur fyri tað góða í Fremad Amager.

Tá Andrew skoraði stutt fyri hálvleik, gjørdist støðan 3-1, men tað munaði einki. Serstakliga var Nicklas Pedersen í hopla, og hann skeyt ikki minni enn fimm av málunum hjá Herfølge.

Todi Jónsson, Andrew av Fløtum og Tem Hansen spældu allar 90 minuttirnar fyri Fremad Amager.