Dysturin hjá Fremad Amager í donsku steypakappingini í gjárkvøldið varð avlýstur. Ætlanin var, at Fremad Amager skuldi spæla á útivølli ímóti Østerbro IF, men vøllurin varð mettur at verða í so ringum standi, at dysturin var avlýstur. Nú verður roknað við, at dysturin verður spældur fyrst í næsta mánaði.