Fredrikstad er ársins felag

Fredrikstad hevur fingið ein stóran heiður frá OBOS, ið er høvuðssponsorur fyri OBOS-liguna

Tað hevur gingið væl hjá Fredrikstad upp á allar mátar. 

 

Liðið sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, og sum hevur Jóannes Bjartalíð og Brand H. Olsen millum berandi leikararnar hevur vunnið næstbestu norsku fótbóltsdeildina, ið verður nevnd OBOS-ligan. 

 

- Fredrikstad hevur fingið virðislønina: "Ársins felag í OBOS-liguni í 2023". Ein viðurkenning sum fevnir um meir enn bara avrikini á fótbóltsvøllinum. Viðurkenningin vitnaar eisini um hugtakandi framstigini uttanfyri vøllin, og tað er við gleði, at vit kunnu kunngera hesa prestisjufullu útnevningina, sigur Eddie Christian Thomas frá OBOS, ið er høvuðssponsorur hjá OBOS-liguni. 

 

Virðislønin: "Ársins felag" er fyrst og fremst ætlað sum ein heiður til tey, ið arbeiða á felagsskrivstovuni. Útnevningin er ætlað at inspirrera og eggja til eitt avrik av fremsta støði innan umsitingarligar uppgávur, harímillum felagsleiðslu, marknaðarføring, búskaparstýring, átøk fyri fjepparar og onnur viðkomandi øki. Hendan virðislønin umboðar eisini ein heiður og eina viðurkenning til starvsfólkini hjá felagnum, ið hava útmerkað seg innan hesi økini, Sigur Eddie Christian Thomas, ið takkar Fredrikstad fyri tíðina teir hava verið í OBOS-liguni, og ynskir teimum góða eydnu í bestu norsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.