Sunnudagin var 3. umfar í elitudeildini hjá donsku flogbóltskvinnunum leikt. Kvinnuliðið hjá Frederiksberg Volley leikti móti Randers, og Frederiksberg vann dystin 3-1.
Áður í hesum kappingarárinum hevur Frederiksberg vunnið 3-1 á bronzu-vinnarunum frá í fjør, sum er Gentofte og tapt 3-0 fyri Holte, sum fór avstað vid silvurinum í fjør. Liðið hevur sostatt 4 stig nú. Á liðinum hjá Frederiksberg spæla Alvilda Ólavsdóttir og Annika Joensen, sum báðar vóru við til at tryggja Føroyum gull á Isle of Man í summar. Atlantic Airways stuðlar teimum føroysku landslidsleikarunum, sum spæla í Frederiksberg.
Næsta vikuskifti verða eingir dystir, so Frederiksberg skal ikke í eldin aftur fyrr enn 27. oktobur, og tá er tað gullvinnararnir frá í fjør, sum eru DHG frá Odense, sum fáa vitjan frá Frederiksberg.










