Amerikanska blaðið The Washington Post vil vera við, at Frakland hevur hjálpt fleiri av teimum næstu medarbeiðarunum hjá Saddam Hussein at flýggja úr Irak.
Blaðir nevnir eingi nøvn, men sigur, at franskir embætismenn í Sýrialandi lótu fleiri irakum pengar, so teir kundu sleppa av landinum, áðrenn amerikanararnir komu til Bagdad.
Franska sendistovan í Washington avsannar tíðindini í The Washington Post og sigur tey vera tann bera heilaspuna. Colin Powell, uttanríkisráðharri sigur, at hann ætlar sær at kanna tíðindini, men skoytir uppí, at fyribils hevur uttanríkisráðið ongar ábendingar um, at fransmenn týðandi irakum at flýggja úr Irak.