FÓTBÓLTUR
Tréguier, Frankaríki: Mandanda – Sagna, Gallas, Abidal, Evra – Govou, Toulalan, Diarra, Henry – Gignac, Anelka. Soleiðis sær franska landsliðið út, sum fer á vøllin at dystast við føroyska landsliðið leygarkvøldið. Tað siga franskir fjølmiðlar, hóast liðið ikki alment er endaliga sett, fyrr enn ein tíma undan dystarbyrjan.
Tað merkir, at Real Madrid-leikarin Karim Benzema ikki byrjar inni.
Føroyar eitt lítið land
Ein teirra, sum heldur ikki kemur at byrja inni, er franski verjuleikarin í Arsenal, Gael Clichy. Við goal.com sigur hann, at franska liðið má halda fokus.
– Føroyar er eitt lítið lið, og við teimum leikarunum vit hava, skulu vit bara gera okkara arbeiði so einfalt sum gjørligt. Men vit mugu minnast, at í august vunnu vit bara 0-1, so tað verður framvegis trupult hjá okkum, sigur Clichy, sum heitir á sínar liðfelagar um at vera varnar.
Millum hesar liðfelagar plagar Ribery at vera, og tað sama við Gourcuff. Hesir eru báðir skaddir og tískil ikki klárir leygarkvøldið. Hinvegin telur liðið menn, sum dagliga spæla í Barcelona, Manchester United, Chelsea og Arsenal. Stjørnur vanta franskmonnum ikki.