Frank Skytte: -Eg plagi at raka rætt

Trýstið at vera meistaralið, og frágongdin av týdningamiklum leikararum, ger, at HB-venjarin metir eitt realistiskt mál hjá HB í ár er at royna at vinna sær evropeiska luttuku til 2004.

Hetta var beinrakna svarið hjá venjaranum hjá HB, Frank Skytte, tá vit settu honum spurningin, um nýggju leikararnir í HB koma at vera í røðini av útlendskum leikarum, ið ikki sláa til í føroysku kappingini.

Eitt ótal av útlendskum leikarum hava verið í føroysku kappingini seinastu árini, og flestu teirra hava havt torført við at hækka um støðið í føroysku kappingini. Teir hava tvørturímóti forða ungum føroyskum leikaranum at sleppa framat á besta liðnum hjá feløgum kring landið.

Frank Skytte metir seg hava fingið røttu spælararnar, ið fara at styrkja um HB-liðið. - Eg havi havt danir í øllum feløgum, eg havi vant í Føroyum, og uttan at taka munnin ov fullan, so haldi eg sjálvur, at eg havi verið sera heppin í mínum valum av leikararum, sigur HB-venjarin við Sosialin.

Spælararnir Frank Skytte vísir á eru, Kim Christensen og Per Nielsen, sum vóru á TB-liðnum ávíkavist í 1982 og 1995, og Anders Nygaard, sum var á Toftum seinasta kappingarár.

Verið venjari hjá Martin Christensen
Nýggja verjuleikaran í HB, Martin Christensen, hevur Frank Skytte áður vant í Holbæk, Glostrup og Kalundborg, og tí kennir HB-venjarin væl til dygdirnar hjá danska verjuleikaranum.

- Tað hava altíð verið góð viðurskifti okkara millum, og tí er onki løgið í, at eg vendi mær til hansara, tá HB nú manglaði verjuleikara, greiðir Frank Skytte frá.

Nýggi áleyparin, Carsten From, hevur Frank Skytte fingið viðmældan frá fyrrverandi danska landsliðsleikaranum, Kim Ziegler, ið gav honum góð skoðsmál.

-Eg kenni ikki líka væl Carsten, sum Martin, men at hann hevur verið tilknýttur einum superliga liði, og tað skuldi boðað frá góðsku, sigur HB-venjarin. Frank Skytte leggur afturat, at Carsten From skuldi verið ein fótbóltssvangur ungur maður, sum gleðir seg at fáa meira spælitíð, enn hann fekk í FC Midtjylland.

HB-venjarin ásannar, at báðir nýggju leikararnir skulu vísa nakað sum útlendskir leikarar í Føroyum, og hann ivast ikki í, at báðir fara at styrkja um HB-liðið.

Spurdur um Carsten From og Martin Christensen vóru seinastu nýggju nøvnini í HB, áðrenn kappingarárið í ár fer av bakkastokki, svarar Frank Skytte í stuttari viðmerking, at tað valdast um fíggjarligu viðurskiftinum í felagnum, og skoytir uppí, at HB framvegis hevur pláss fyri einum útlendskum leikara afturat, men tað formaðurin í felagnum, sum hevur seinasta orðið í tí spurninginum.

Nýtt ættarlið í HB
Tá prátið kemur inn á kappingarárið í ár, sigur HB-venjarin, at hann vónar at fremja eitt ættarliðsskiftið í HB. -Tað eru einir 5-6 sera ungir og evnaríkir leikarar í HB, og eitt av málunum í ár, er at spæla nakra teirra inn á HB-liðið, sigur Frank Skytte. Hann leggur afturat, at meistaraliðið hevur tað vanliga sera torført, og við frágongdini av so royndum leikarum sum Hans á Lag og Johannes Joensen, so kann ein ikki at seta sær ov stórar vónir

- Fáa vit spælt nýggju leikararnir rímuliga skjótt inn á liðið, og nakrar av teimum ungu, so kundi eitt realistiskt mál verið at enda á onkrum pláss, ið gevur luttøku í evropeisku kappingunum, sigur Frank Skytte at enda.

Mynd: Frank Skytte
HB-venjarin bæði vónar og væntar, at nýggju HB-leikararnir fara at styrkja um HB-liðið í ár
Mynd: Jens Kristian Vang