Framvegis stórur vøkstur í skattainntøkunum

Landskassin hevur tveir teir fyrstu mánaðirnar fingið meiri enn fimtan prosent meiri inn í skatti enn sama tíðarskeið í fjør

Tað hevur verið roknað við, at búskaparligi vøksturin nú fór at hæsa av.

Um fyribilsskattatølini fyri tveir teir fyrstu mánaðirnar verða nýtt sum grundarlag, so letur til, at tað framvegis er nógv virksemi. Gongdin í arbeiðsloysistølunum, sum Hagstovan kunngjørdi fyrr í vikuni, benda á sama borðið.

 

Í januar vóru skattainntøkurnar hjá landskassanum 20,29 prosent hægri enn sama mánað í fjør. Tað var øgiligur vøkstur, sum eisini kundi hava við talið av arbeiðsdøgum kring ársskiftið at gera, umframt at talan er um sáttmálaásettar lønarhækkingar.

 

Fyribilstølini frá TAKS siga, at talan er framvegis um vøkstur, um enn hann ikki er so stórur, sum hann var í januar. Sammett við sama mánað í fjør var landsskatturin í februar 10,88 prosent hægri. Meirinntøkan í februar var 14,44 milliónir krónur.

Samantalt fyri tveir teir fyrstu mánaðirnar var vøksturin í landsskattinum 15,11 prosent. Landsskatturin tveir teir fyrstu mánaðirnar var 319,34 milliónir krónur, og vøksturin 36,45 milliónir krónur.