Framvegis rokan í Fuglafirði

Tað kemur framvegis nógvur fiskur upp á land í Fuglafirði, og á mjøl-og fóðurvirkinum Havsbrún hava tey úr at gera.

Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey seinastu tíðina tikið ímóti rættiliga nógvum svartkjafti. Mánadagin landaði Fagraberg umleið 1250 tons av svartkjafti, og í gjár landaði Janus umleið 1500 tons, eisini svartkjaftur.

 

Jupiter landar eisini 2000 tons á Havsbrún, og Høgaberg er inni við umleið 1700 tonsum. Síðan skulu Borgarin og Tróndur í Gøtu eisini landa, og teir hava ávikavist 2500 og 1300 tons hvør.

 

Alt bendir á, at árið 2017 rættiliga fer at roynast í nøgd hjá mjøl-og fóðurvirkinum í Fuglafirði, og herfyri hevði virkið longu keypt og virkað umleið 150.000 tons av ráfiski tilsamans.