Framvegis metnógv ferðafólk um flogvøllin

Fleiri met eru sett fyri ferðafólkatøl umvegis Vága Floghavn í ár

Fleiri met eru sett fyri ferðafólkatøl umvegis Vága Floghavn í 2017.

 

Í juli fór samlaða talið av ferðafólkum fyri ein einstakan mánað fyri fyrstu ferð upp um 50.000, og sama mánað fór talið á útlendskum ferðafólkum, sum komu og fóru, fyri fyrstu ferð upp um talið av føroyskum ferðafólkum.

 

Og í oktober 2017 fór samlaða ferðafólkatalið fyri fyrstu ferð nakrantíð uppum 300.000 ferðandi. Og nú, ið november mánaði er farin afturum, er samlaða ferðafólkatalið komið upp á 320.859, sum er 16,8% ella 46.159 fleiri enn fyri sama tíðarskeið í 2016.

 

Síðani apríl hevur stórur vøkstur verið hvønn mánað, og í november komu og fóru 20.390 ferðafólk umvegis Vága Floghavn ella ein vøkstur á 14,2%

 

Fyrsti kavin kom í november mánaði, men hetta nervaði ikki flogferðsluna stórvegis. Vága Floghavn hevur eina væl útgjørda vetrartilbúgving, og hevur eisini útvegað sær nakað av nýggjari útgerð til kavarudding í 2017.