Tórshavnar kommunan boðar í dag frá, at aftur í dag vórðu staðfesta koliformar bakteriur í drekkivatninum á Argjavegi, og kókitilmælið, sum hevur verið í gildi nú í yvir tríggjar vikur, stendur tí við.
Tórshavnar kommuna lat annars klor í vatnið fyrradagin og kundi í gjár staðfesta, at klorið hevði riggað, tí í gjár vóru ongar bakteriur í vatninum.
Dálkingarkeldan er eftir øllum at døma framvegis í vatninum, tí aftur í dag mátti vatnmeistarin staðfesta, at bakteriur eru í vatninum.
Hildið verður tí fram at leita eftir dálkingarkelduni, og í dag verður rørleiðingin í Dr. Dahls gøtu og út eftir Argjavegi skolað, og síðani verða royndir tiknar.
Tórshavnar kommuna leggur aftrat, at verður tað neyðugt, verður klor aftur latið í vatnið í morgin.
##med2##












