Umstríddi formaðurin í Framtaksgrunninum Niels Winther Poulsen, advokatur, hevur gjørt av at leggja frá sær longu eftir einum ári.
Niels Winther Poulsen er valdur av landsstýrinum, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur í staðin valt Carl á Lag, stjóra í Havn, í nevndina.
Framtaksgrunnurin hevur um dagarnar aðalfund. Fundurin skuldi eftir ætlan verið týsdagin, men tað eydnaðist ikki at savna nevndina, og tí varð hann útsettur ein dag ella tveir.
Niels Winther Poulsen sigur við Útvarpið, at hann hevur lagt frá sær, tí stórt spurnartekn varð sett við hansara gegni beinanvegin, hann gjørdist formaður. Hetta var tí, at hann sum advokatur í stórum advokatvirki hevði nógv áhugamál at røkja, sum kundu koma tvørt fyri áhugamálini hjá Framtaksgrunninum, varð sagt. Tí metir hann tað vera rættast at velja onkran annan formann, serliga nú farið verður undir einskiljing av Fiskavirking.
Niels Winther Poulsen er annars væl nøgdur við hetta árið, hann hevur verið formaður. Tað hevur verið spennandi og gott, sigur hann, men hann heldur samstundis, at nevndarlimir skuldu verið valdir fyri meira enn eitt ár í senn.
Í nevndini fyri Framtaksgrunnin sita Dagmar Joensen, stjóri, Sjúrður Horsdal, stjóri, Eydna Justinussen, fíggjarráðgevi, og so nývaldi Carl á Lag. Nevndin skal nú velja fimta limin. Hon skipar seg sjálv og velur formann á aðalfundinum.
Carl á Lag er stjóri í altjóða fiskafyritøkuni SN Global. Og tað er ikki hvør sum helst. Umsetningurin hjá SN Global konsernini er umleið 4.000 milliónir krónur. Móðurfelagið heldur til í Japan, og tilsamans starvast 3.000 fólk í fyritøkuni.
Evropeiska høvuðssætið er í Føroyum, her fyritøkan hevur verið síðstu fimm árini. Føroyska felagið hevur dótturfeløg í bæði Fraklandi og Týsklandi, og systirfeløg eru at finna bæði í USA, Kili og Japan.
Framtaksgrunnurin er ein týðandi aktørur í føroyskum vinnulívi og eigur bæði Fiskasøluna og Fiskavirking. Nú er tíðin komin at selja burturav Fiskavirking, heldur fráfarandi formaðurin í nevndini fyri Framtaksgrunnin.