Í framtíðini skulu grønlendingar leita eftir gulli og diamantum

Búskaparfrøðingar vænta, at um fá ár fær námsvinnan í Grønlandi størri týdning enn fiskivinnan

Tað er ikki bara onkur hissini búskaparfrøðingur, sum væntar, at námsvinnan fer at fáa størri týdning fyri grønlendska samfelagið enn fiskivinnan. Metingin er úr teirri seinastu frágreiðingini, sum tann ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Grønlandi skrivaði. Har komu búskaparfrøðingarnir til ta niðurstøðu, at olja, gull, diamantar og aluminium fara at avloysa rækjur, svartkalva og krabba sum tey berandi ráevnini í grønlendska búskapinum.

 

Búskaparfrøðingar vísa á, at eftirspurningurin eftir ymsum metallum er vaksin sera nógv tey seinastu árini og veksur framvegis, og tað hevur skrúvað prísirnar upp ígjøgnum. Hetta hevur so aftur havt við sær, at námsvinna í teimum arktisku økjunum er eisini áhugaverd, tí tann góði prísurin ger, at framleiðslan kann løna seg hóast truplar umstøður.

 

 

Molybdæn fyri 50 mia.

 

Hesin veksandi áhugin fyri teimum arktisku økjunum kom týðiliga til sjóndar í Grønlandi í fjør. Eitt av feløgunum, sum hevur fingið áhuga fyri Grønlandi, er kanadiska felagið Quadra Mining, sum eigur fleiri nám í Kanada og í USA. Felagið hevur boðað frá, at tað arbeiðir við einari ætlan um at leggja millum fýra og seks mia. krónur í eitt molybdæn-nám norðan fyri Ittoqqortoomiit í Landnyrðingsgrønlandi. Molybdæn er eitt evni, sum verður brúkt til at styrkja ymsar stállutir við, eins og tað verður brúkt innan kjarnorkuídnað og sum smyrjievni til maskinur.

 

Hildið verður, at molybdæn-námið hjá Quadra Mining verður tað størsta námið í Grønlandi um nøkur fá ár. Kanadiska felagið væntar, at tað verður klárt at fara undir framleiðslu á vári í 2012, og at har er nóg mikið av ráevni til millum 15 og 20 ára rakstur. Umsetningurin hesi árini er mettur til millum 40 og 50 mia. krónur.

 

 

1.500 arbeiðspláss

 

Jørn Skov Nielsen, sum er stjóri í grønlendska rávørustýrinum, sigur við Berlingske Tidende, at námsvinna verður ein høvuðsvinna í Grønlandi.

 

-Mítt boð er, at innan fimm ár eru minst sjey nám í drift í Grønlandi. Tey fara at geva millum 1.300 og 1.500 arbeiðspláss, og vinnan fer at geva nógvan inntøkuskatt umframt eitt sindur av partafelagsskatti, sigur Jørn Skov Nielsen.

 

Tað er greitt, at tað fer at taka langa tíð, áðrenn Grønland kann sammetast við stór námsvinnulond sum Kanada og Avstralia, men fleiri og fleiri í námsvinnuni vænta eitt námsævintýr í Grønlandi um ikki so mong ár. Í fjør vóru ikki færri enn 30 jarðfrøðingar frá fleiri kanningarfeløgum í Grønlandi og leitaðu eftir ymsum evnum í jørðini, og í løtuni hava 30 feløg 78 kanningarloyvi.

 

Hildið verður, at feløgini hava brúkt einar 340 mió. krónur til kanningar og leiting higartil.