Framtíðin hjá Føroyum liggur í øktum samstarvi við Bretland

Jóannes Eidesgaard er júst afturkomin av landsfundi hjá Labour og nú fer hann at bjóða umboðum fyri enska arbeiðaraflokkin við á landsfund hjá føroyska javnaðarflokkinum í næsta mánað

Altjóða samstarv

? Tað er onki at ivast í, at framtíðin hjá føroyskum vinnulívi og føroyska samfelagnum annars, liggur fyri ein stóran part í einum øktum samstarvi við Bretland.
Tað er Jóannes Eidesgaard, formaður í føroyska javnaðarflokkinum, púra sannførdur um.
Hann er júst afturkomin av landsfundi hjá enska arbeiðaraflokkinum Labour. Hetta er aðru ferð, at føroyski javnaðarflokkurin er á landsfundi hjá Labour .
Og Jóannes Eidesgaard sigur, at ein orsøk til, at hann tók av innbjóðingini at vera við á landsfundinum enska stjórnarflokkinum, er ein roynd at fáa betri samband ímillum bretskar og føroyskar politikarar og við bretar yvirhøvur.
?At vit hava verið á landsfundi er bara fyrsta stigi í eini roynd at fáa betri samstarv og økta samvinnu í lag við okkara næstu grannar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at samstarv okkara við Danmark og onnur norðurlond, eigur ikki at vera undirmett. Men tað skerst heldur ikki burtur, at Bretland er okkara næsti granni, tað er eitt ógvuliga stórt land við næstan 60 milliónum fólkum, tað er limur í ES og ein beinleiðis hurð inn í evropiska samveldið og tí liggja nógvar avbjóðingar í einum slíkum samstarvi.
Hann vísir eisini á, at føroyingar og bretar hava nógv, felags áhugamál, bæði innan fiskivinnu, ferðavinnu, samferðslu, umhvørvi og ikki minst, oljuvinnuni.
? So tað er nógv at samstarva um og eg ivist ikki í, at føroyska samfelagið og føroyskt vinnulív í nógv størri mun eiga at leggja seg eftir samvinnu við Bretland. sigur Jóannes Eidesgaard.

Vindeyga út í verðina
Jóannes Eidesgaard sigur, at Bretland hevur altíð verið og fer altíð at vera eitt av teimum londunum, sum seta síni týðiligu fingramerki á heimspolitisku dagskránna.
? Tað er í Bretlandi, at nógvar politiskar hugsjónir verða føddar, sum seinni breiða seg út um heimin. Bretland er sum ein politisk smiðja, har framtíðar politkkurin verður smíðaður, sum síðani so við og við breiðir seg um allan heimin, eisini til Føroya.
Tí heldur hann at tað hevur tydning, at føroyingar fylgja við í, hvat rørir seg í hesum máttmikla politiska veldi.
? Men føroyingar eru eisini vanir at samvinna nógv við bretar og tað eru mong mál, sum vit eru saman um.
Hann hugsar um umhvørvismál og serliga dálkingina, ið stendst av virkjunum í Sellafield og Dounray.
Hann hugsar eisini um fiskivinnumál og hann hugsar um samferðsluna, sum vit eru í ferð við at byggja upp aftur við regluligari flúgving og helst eisini við sigling framyvir. Føroyingar eru eisini so smátt farnir at brúka útbúgvingarstovnar í Betlandi.
Og í oljuvinnuni er onki at ivast í, at vit koma at samvinna nógv.
?So tað er alt, ið talar fyri, at taka upp nógv tættari samstarv við bretar. Alt gott um samstarvi við Danmark og norðurlond, men tað skerst ikki burtur, at Bretland er eitt opið vindeyga út í Evropa og allan heimin og tað er Danmark ikki.
Jóannes Eidesgaard heldur, at ein orsøk til, at vit hava havt so nógva samvinnu við Danmark, er, at vit hava altíð havt ein sterkan sambandsflokk og ein sterkan tjóðveldisflokk á tingi, sum ikki hava víðari sjónarring enn at síggja møguleikar og avmarkingar í heimastýrislógini og tí ikki hava megnað at sæð møguleikarnar uttanfyri ríkið.
? At javnaðarflokkurin nú vendir eyguni aðrar vegir, er ein roynd at fáa føroyskan politikk at snúgva seg um onnur mál enn um Danmark og ein roynd at fáa innblástur aðrastaðni frá og tí roynir flokkurin nú at fáa tættari samstarv við stóra grannalandi fyri sunnan.

Knýta samstarvsbond
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er orsøkin til at føroyski javnaðarflokkurin annað árið á rað tekur av innbjóðing frá Labour um at vera við á landsfundi teirra, sum hesuferð var í Blackpool.
? Ítøkiliga sigur hann, at endamálið við eini slíkari ferð er fyrst og fremst at knýta samstarvsbond, sum kunnu koma til nyttu seinni.
?Og tað heldur hann hevur eydnast.
? Ein landsfundur hjá Labour er ikki bara ein landsfundur, har tað ber til at hitta enskar politikarar. Bretland er eitt gamalt heimsveldi og á einum slíkum landsfundi eru politikarar og felagsskapir úr øllum heiminum til staðar.
Og á einum slíkum fundi eru ein ørgrynna av fundum, stórum og smáum, har fyrilestrar og røður verða hildnar og har tað ber til at kjakast um ymisk evni. Harumframt eru tað nógvir felagsskapir, sum halda fundir um ymisk viðurskifti.
? Talan er eisini um eina velduga framsýning, har ferðavinnan, fakfeløg teldufyritøkur o.s.fr., sýna fram.

Tvær stórar løtur
Men Jóannes Eidesgaard sigur, at tað skerst ikki burtur, at tað, sum øll á landsfundinum bíðaðu eftir, var røðan, sum forsætisráðharrin, Tony Blair, helt týsdagin.
? Hann helt røðu í ein tíma í eini stúgvandi fullari høll, sum tók 3.000 fólk. Frammanundan var stórur áhugi fyri røðuni, tí Blair hevur verið í mótvindi seinastu tíðina, bæði tí at hann vil hava,at heilsuverkið fyri ein part skal fíggjast privat og tí at hann stuðlar USA í ætlanunum at leypa á Irak, vil einaræðisharrin har, ikki boyggja seg.
? Tony Blair vísti á, at eru vit ikki felags um at síggja vandan við yvirgangi og tann vanda, sum Irak er fyri heimssamfelagið, og mótvirka vit ikki hesum í felag, eru vit við til at máa støðið undan tí myndugleika, sum ikki bara USA og Bretland hevur, men sum sjálvt ST hevur.
Hann mælti til at taka djarvar støður í hesum máli og at lond, sum trúgva uppá samhaldsfesti, fólkaræði, tað einstaka menniskja og eitt rættvíst samfelag og hann segði at vit hava skyldu til at standa saman og at føla skyldu mótvegis hvørjum øðrum, heldur enn bert at røkja trongskygd, tjóðskaparlig áhugamál, har tað bara ræður um at verja seg sjálvan.
Hann segði, at ST var stovnurnin, sum átti at taka neyðugu stigini mótvegis Irak, so at hópoyðingarvápnini verða burturbeind, men vil Irak ikki boyggja seg, verður neyðugt at seta tiltøk í verk.
? Hann legði dent á, at hetta var ikki eitt stríð ímillum lond, men eitt stríð fyri at varðveita nøkur virði, sum vit trúgva uppá.
Hvat heilsuverkinum, hevur Labour lagt á annan bógv og vil partvís hava tað privata vinnulívið at fíggja heilsuverkið.
? Hetta hevur møtt harðari mótstøðu,serliga frá fakfeløgunum. Men Tony Blair legði dent á, at talan var ikki um at lata privat áhugamál yvirtaka hugsjónarligu stýringina av heilsuverkinum. Men tað er ein spurningur um at lata borgaran fáa ta bestu tænastuni so at tað, sum virkar væl, skal batna enn meiri. Hetta skal samstundis eggja teimum , sum hava minni góð úrslit at vísa á, til at taka neyðug stig til at bøta um støðuna.
Jóannes Eidesgaard segði ,at røðan hjá Tony Blair var víðskygd.
? Tað var týðiligt, at hann hevði gjørt støðuna upp við seg sjálvan og hann var greiður í sínum boðskapi. Hann talaði sum ein stórur og sterkur politikari og fagnaðurin,sum breyt hann av, fleiri ferðir meðan hann talaði og serliga tá ið hann var liðugur, var øguiligur og var týðiligt prógv um, at enski forsætisráðharrin er langt frá einsamallur við sínum boðskapi.
Dagin eftir helt gamli amerikanski forsetin, BillClinton, røðu.
? Hann tosaði meiri um heildina og røðan var merkt av, at hetta var ein fyrrverandi politikari, sum tosaðu eftir teimum royndum, hann hevði, men hann undirbygdi dyggiliga røðuna hjá Blair og tosaði um skylduna, vit hava mótvegis hvørjum øðrum og teimum virðum, vit trúgva uppá.
? Í spurninginum um Irak, var hann ikki so avgjørdur, men mælti til, at hetta var eitt mál, sum ST loysti, tí brestur ein bumba, tekur hon altíð ósek við sær, sama, hvussu væl hon er gjørd. Men hann duldi heldur ikki fyri, at tað kunnu uppstanda støður, har tað ikki slepst undan at brúka vápnamegi.
Jóannes Eidesgaard sigur, at talan var um tveir frálíkar røðarar og tveir framúr politikarar, men tað var munur á, at at Tony Blair var tann mest kveikjandi av av teimum og tað kemst helst av, at hann er virkin og tað er Clinton ikki longur.
Formaðurin í føroyska javnaðarflokkinum sigur eitt kvøldið hevði ein friðarfelagsskapur í Bretlandi fund á einum hotelli.
Hetta var ein felagsskapur, sum var ímóti kríggi við Irak og sum var fyri avvápnað. Ein røðari á hesum fundinum var kendi, gamli politikarin, Tony Benn, sum hevur greiðar og avgjørdar hugsjónir.
? Tað var ein ótrúligur røðari, sum bergtók fólk uttan at hava handrit at halda seg til og hann tosaði nogv um trúnna uppá at tað ber til at fáa eitt betri samfelag, uttan vápnamegi.

Íblástur til føroyskan politikk
Jóannes Eidesgaard sigur, at landsfundurin hjá Labour í Bretlandi vóru ógvuliga áhugaverdir dagar.
? Hetta var avgjørt nakað, sum kann geva íblástur til føroyskan politikk
?Tað er altíð ein fyrimunur, at sleppa uttanlands at fylgja við í, hvussu onnur arbeiða og loysa sínar trupulleikar. Hóast Bretland er eitt stórt land og Føroyar eru eitt lítið land, eru tey politisku virðini í nógvar mátar tey somu.
Jóannes Eidesgaard sigur, at føroyski javnaðarflokkurin fer nú at senda Labour innbjóðing at senda umboð til landsfundin hjá føroyska javnaðarflokkinum, sum verður í næsta mánað, so at teir eisini fáa høvi at kunna seg um tey mál, sum rørast í Føroyum og føroyska javnaðarflokkinum og har tað ber til at tosa meiri um samstarv ímillum londini.
Hann sigur, at tað er heldur ikki so undarligt, um hesir báðir flokkarnir hava samstarv, tí talan er um tveir sosialdemokratiskar flokkar, har politikkurin hvílir á samhaldsfesti og umsorgan fyri einstak meinniskanum.
Men nú sigur tú, at enski arbeiðaraflokkurin eisini vil hava tað privata vinnulívið at fíggja ein part av heilsuverkinum. Er tað so eisini eitt, vit kunnu vænta, at javnaðarflokkurin í Føroyum fer at arbeiða fyri?
? Heilt avgjørt ikki. Ongin hevur sagt, at alt skal svølgjast rátt, men tað ber til at fáa íblástur burturúr tí, sum er at hoyra á einum slíkum fundi og tað er altíð hent at síggja, hvussu onnur loysa síni vandamál.
? Og tað skerst ikki burtur, at hetta eru pæolitikarar við stórari ávirkan, so skulu vit hava eina hjálpandi hond at loysa føroyskar truppuleikar í altjóða høpi, kann tað vera hent at hava tætt samstarv við politikarar av slíkum kalibur sum teir´í Labour, sigur Jóannes Eidesgaard.