Nú vit standa á gáttini til eitt nýtt túsundáraskeið, hava vit sett heimsspekinginum Róa Patursson stevnu til eitt prát um moral, ella siðalæru, sum tað eisini eitur sambært orðabókunum.
Endamálið við samrøðuni var at fáa eitt prát um broytingarnar í heiminum og tað ávirkan tær hava havt á moralsku fatanina í fólki okkara, men tað er ikki bara sum at siga tað.
Moralur er nakað sum broytist støðugt, og tað er jú eisini ógvuliga ymiskt hvussu vit fata hugtakið sum eitur moralur.
Og tað er eisini eitt tað fyrsta Rói hevur á orði, tá vit sessast kring borðið í hugnaligu móttøkuhølunum á Føroya Fólkaháskúla, har hann starvast sum stjóri.
? Hetta kann gerast ógvuliga sveimandi, sigur Rói og leggur afturat, at tey evni, sum vit hava nevnt sum útgangsstøði gera tað uppaftur torførari at greiða hugtakið moral.
Og tað kann vera nakað um tað hann sigur, tí evnini vit nevndu vóru fullveldi og hvussu samfelagsligu broytingarnar í Føroyum í hesi øldini hava ávirkað moralin hjá føroyingum.
Tað magiska talið
Tað, at vit fara inn í eitt nýtt túsundáraskeið, er bæði nakað heilt serligt og ikki.
Serligt á tann hátt, at vit brádliga skifta talraðið, sum vit fyrr hava brúkt, út við eitt annað, sum í grundini ikki er annað, enn eitt framhald av tí, sum vit fara úr.
? Hetta við at fara inn í ár 2000 hevur nakað »magiskt« yvir sær, og í veruleikanum er tað einki petti øðrvísið enn eitt framhald, sigur Rói.
Tað er tí ikki hansara fatan, at tað hendir nøkur moralsk broyting við okkum føroyingum bara tí, at vit fara inn í eitt nýtt túsundáraskeið.
Kortini dylir hann ikki fyri, at hann sær eina broyting í okkara fatan av okkum sjálvum og av heiminum kring okkum, men at tað kemur sum ein partur av eini alheims menning, sum vit ikki kunnu snúgva okkum undan.
? Tað at skifta eitt árstal út við eitt annað, er einki í sær sjálvum, men tær broytingar sum henda rundan um okkum dagliga, hava stóra ávirkan á okkum, og tær ávirka okkara moralsku fatan, sigur hann.
Kappast um
mótaorðini
Men at heimurin - og við honum eisini føroyingar - broytist, er nokk eingin ivi um, heldur Rói.
? Líkamikið hvønn tú tosar við ella lesur í dag, heimsspekingar ella sosiologar, so er tað ein ógvuliga breið semja um, at ein broyting fer fram, og tá so nógv fólk eru samd um at ein broyting hendir, so passar tað uttan iva. Og eg eri ikki ósamdur við teimum, sigur hann.
Hetta er ein broyting, sum er byrjað fyri umleið tíggju fimtan árum síðani, og sum fer at halda fram í nøkur ár afturat. Og tað ganga kanska nøkur ár áðrenn, vit fata, hvat tað er fyri ein broyting, heldur Rói.
? Hetta er ein broyting, sum kann lýsast við eini rúgvu av mótaorðum at gera, so sum globalisering, kunningartøkni. Og tað er eisini tað, sum eg sjálvur síggi, tá eg hyggi aftur um meg - eini 25-30 ár aftur í tíðina. Tað er nógv broytt, síðani eg var ungur, sigur hann.
Til dømis heldur Rói, at broytingin hevur leitt okkum tann vegin, at hvørt menniskja ikki longur hevur sín egna avmarkaða samleika longur.
? Vit gerast ein meira integreraður partur av heiminum við tað at globaliseringin gjøgnumseyrar gerandislívið hjá okkum.
Heimurin tódnar
Ein tann størsta broytingin, sum er farin fram seinastu árini er, at tíðindafloymurin uttan úr heimi gongur nógv skjótari fyri seg í dag.
Hetta hevur við sær, at tað, sum fyri okkum fyrr var so fjart, nú er í stovuni, í somu løtu, sum tað hendir.
Tá Ívar, í gomlum døgum, tosaði um hungursneyð í Etiopia, vóru tað bara tey fægstu okkara, sum kundu seta »myndir« á orð hansara.
Vitanin, sum føroyingar - og onnur fyri tann skuld - høvdu um landið var sera avmarkað.
Onkur okkara hevði hoyrt frágreiðing frá onkrum trúboðara, meðan onkur annar hevði lisið seg til eitthvørt.
Soleiðis er ikki longur. Alt hetta er broytt við sjónvarpinum, sum bara fá sekund eftir at amerikumenn høvdu lopið á Irak, vístu myndir haðani.
Við eitt vóru vit noydd til at taka støðu út frá tí vit sóu.
Og hetta heldur Rói hevur havt stóra ávirkan á okkara moralsku lívsfatan - á ein ella annan hátt.
? Við eitt eru vit vorðin partur av heimssamfelagnum á ein heilt annan hátt, enn vit vóru tað frammanundan, og nú ber ikki longur til hjá okkum at siga, at hetta ella hatta viðkemur ikki okkum, sigur hann.
Men eru vit kanska vorðin ein partur av heimssamfelagnum uttan at hava verið til reiðar til tað?
? Tað er væl møguligt. Nú tosa vit um moral, men so kann mann spyrja, hvat er moralur í veruleikanum. Tað kann jú vera so nógv. Millum annað verumátan hjá fólki, ella mátan hjá fólki at argumentera fyri tí sum er rætt og skeivt, og tað er mín meting, at tað er ein stór avbjóðing til okkara um moralsku fatanina hjá fólki, tí á ein hátt eru vit vaknaði við kaldan dreym við tað, at vit nú á okkara egna máli - í okkara egnu stovu - fáa at vita, hvat fer fram.
Vit mugu hjálpa til
Á hvønn hátt vit skulu taka okkum av tí, sum hendir kring okkum, ber illa til at siga, men vit kunnu taka í tað, sum hendi í tinginum fyri fáum døgum síðani, tá uppskot varð lagt fram um at hækka játtanina til neyðhjálp, soleiðis at hon samsvarar tí sum londini vit annars sammeta okkum við veita.
Her er Rói als ikki í iva, at tað er okkara moralska skylda, at veita ein væl størri part enn vit gera í dag.
? Vit vera mett sum ein partur av ríka heiminum, og tað er ein spurningur um tað ikki einaferð í framtíðini verður eitt krav, at vit skulu lata 4-5 prosent av okkara BTÚ, fyri at tey, sum eru í neyð skulu klára seg í dagligdegnum. Og har hjálpir tað, sum vit lata í dag lítið, sigur Rói, sum leggur afturat, at tann upphæddin, sum vit lata í dag er skammiliga lítil.
? Og tað hevur avgjørt nakað við moral at gera!
Mugu arbeiða
á fleiri frontum
Tá vit spyrja Róa, um hann heldur, at tað er moralskt skeivt, at vit samstundis sum vit tosa um at gerast ein sjálvstøðugt land, sum skal vera ein partur av heimssamfelagnum, ikki »vilja« gera okkara skyldu, so heldur hann, at vit skulu venda spurninginum á, soleiðis, at vit ikki bara avmarka okkum til tað eina málið.
? Eg vildi heldur sagt tað soleiðis, at vit eiga at gera alt fyri, ikki bara at taka tað eina máli upp, og so brúka alla orkuna upp á tað. Vit kunnu ikki bara arbeiða fram ímóti einum máli, t. d. fullveldi, tí so verða vit afturútsigldir á øðrum øki, og kunnu koma at standa skammiliga óbúgvin á fleiri økjum. Vit eiga at hava øll tingini við samstundis, sigur Rói.
Hann leggur afturat, at tað hevði eisini verið sera torført at havt eitt kjak gangandi, um so var, at tað var ein ávísur persónur, sum segði hvat tað var, sum skuldi kjakast um, og hvat útgangsstøði var í tí kjakinum.
? Vit eiga til eina og hvørja tíð kunna kjakast um eitthvørt, uttan at nakar einstakur ásetur sjónarmiðið, sum vit kjakast út frá. Vit eiga at grundgeva fyri okkara sjónarmiðjum og taka tað við, at vit tapa viðhvørt, sigur hann.
Eingin veit
hvagar vit fara
Í londum aðrastaðni hava vit sæð, at ungdómar skjóta og drepa hvønn annan, og tað er tíbetur nakað, sum vit ikki hava sæð her.
Hvussu heldur Rói, at okkara mentan og uppfatan flytir seg?
? Tað stutta av tíð langa er, at eingin veit hvagar vit eru á veg. Eg tori ikki at meta um okkara ungdómsmentan nærkast tí amerikansku uttan tað, at eg haldi, at vit eru ein nógv meira integreraður partur av tí skandinavisku mentanini enn vit geva okkum far um, sigur Rói.
Hann er ikki samdur við teimum, sum halda, at okkara mentan er ein heilt serstøk, sum als ikki er at finna aðrastaðni í heiminum, tí tað, sum fólk hugsa her á landi minnir ótrúliga nógv um tað, sum fólk í londini uttan um okkum hugsa.
? So vit fylgja nokk tí mynstrinum, sum er í teimum londunum, sigur hann.
Men hann leggur dent á, at tað skal so ótrúliga lítið til fyri at broyta tað gongdina, sum vit eru í.
? Sum sagt vita vit ikki hvagar vit eru áveg, og í grundini skal so ótrúliga lítið til áðrenn alt verður broytt. Vit hopa og vóna, at tað kemur at líkjast tí, sum vit hava havt, kanska eitt sindur betri, men ein náttúruvanlukka kann broyta alt tann skeiva vegin, og ófatuligt ríkidømi ein annan vegin, og hvønn veg tað fer tað hava vit ikki ánilsi av í verandi løtu, sigur Rói.
Vit hava einki
at reypa av
Tá Rói setur seg at hugsa um framtíðina við at líta í bakspeglið, so heldur hann ikki, at framtíðin sær so bjørt út.
? Eg vil ikki vera pessimistur, men vit hava ongantíð havt so nógv blóðbað í heimssøguni, sum vit hava havt í 20. øld, og tað eru blóðbað, sum eru framd av mannaávum. Eksperiment, sum eru miseydnaði og við tí í huga, so hava vit einki at reypa av, sum hava liva í hesi øldini, sigur Rói.
Rói vísir á, at meginparturin av hesum ræðuleikum eru sett í gongd orsakað av politiskum ideologium.
? Í ávísum førum er tað beinleiðis roknað við eini rúgvu av mistum mannalívum fyri at fáa »ta røttu« hugsanina ígjøgnum, og tað er óhugnaligt at hugsa sær, at slíkt er farið fram á okkara døgum, sigur Rói, sum leggur afturat, at í so máta hava vit als einki at rósa okkum av.
? Heldur tvørturímóti!
Menningin hellur
Kortini eru tekin um, at tað sær frægari út, tí menning og upplýsing er komin út til alt fleiri fólk í heiminum.
Men samstundis er munurin millum rík og fátæk í heiminum vorðin alsamt størri.
? Vit tosa nógv um Internetið, men fyri at koma inn á tað, so skal mann hava eina teldu, og kostnaðurin fyri telduna er ymiskur alt eftir hvørjum landi tú býrt í. Í Føroyum kostar ein telda eina mánaðarløn og í USA eina hálva mánaðarløn. Fara vit harafturímóti til Pakistan, so havi eg lisið, at tú skalt arbeiða í eini sjey ár fyri at forvinna tær til eina teldu, og tað setur avmarkingar fyri upplýsingini, sigur Rói og vísir á, at hetta er eitt dømi um hvussu ymisk tann tekniska menningin er í teimum ymsu londunum.
Tað er so eitt, men eitt annað er so eisini at tað enn á okkara døgum eru samfeløg, sum bæði politiskt eru so afturlatin og avmarkað, at tey ikki vilja vera við til upplýsing. Hetta ger, at menningin fær eina slagsíðu, sum ikki er so skilagóð.
Tað byrjaði fyri
langari tíð síðani
Samtalan er komin at enda, men áðrenn vit leggja pennin frá okkum tekur Rói samanum.
? Tað stutta av tí langa er, nokk tað, at tann góða framtíðin byrjaði fyri langari tíð síðani. Vit eru mitt í henni, og við tað at vit skriva 2000 broytir einki í so máta. Tað var og hevur verið í eini tíggju ár. Tann broytingin, sum hendir á tí mentanarliga, moralska og tí politiska økinum til dømis, er ein partur av eini prosess, sum tók dik á seg fyri tíggju fimtan árum síðani. Vit eru inni í eini prosess, sum mann kann lýsa við orðunum, sum eru so tóm og sum kortini siga so nógv, og tað eru orð sum kunningarsamfelagið, postindustriella samfelagið, postmodernistiska samfelagið, globaliseringin, tað postnationala samfelagið, og sum kemur at seta krøv á tí mentanarliga, moralska og politiska økinum, um eina nógv størri kosmopolitiska tilvitan, eina nógv størri ábyrgdarkenslu fáttúruni og ein nógv meira krevjandi solidaritet við tí órættvísi og armóð, sum er í samfelagnum, sigur Rói Patursson.
? Men tað er ikki nakað, sum hendir tí vit fara inn í ár 2000, men nakað, sum vit hava verið partur av í longri tíð, leggur hann afturat, at enda.