NAFF
Føroyingar eru ikki kendir fyri at vera tann tjóðin, sum dálkar minst í heiminum ? eftir fólkatalinum. Í altjóða høpi munnu vit eiga okkara stóra lut í teirri dálking, sum fer fram á havinum. Tað tekur tíð at broyta hugburð. Hetta er kent á so mongum økjum - og ikki minst innan umhvørvisvernd.
Lítið man vera at ivast í, at okkara fiskifloti telist millum tey mest dálkandi fiskiførini í heiminum, tí uttan fyrilit fyri havumhvørvinum verður hópur av burturkasti tveittur í havið.
Men hetta er ikki neyðugt. Møguleikar eru í dag at kroysta burturkastið, soleiðis at tað fyllir minst møguligt, tá ið tað verður tikið í land eftir loknan túr.
Norsk skipan
Á North Atlantic Fish Fair hevði firmaið hjá hjúnunum, Theodor og Katrini Poulsen á Toftum, TheoKat, ein faldara um ein sonevndan "komprimator" úr rustfríum stáli, sum er ætlaður til rust umborð á skipum.
Tað er felagið, Delitek AS í Noregi, ið hevur framleitt hesa skipan, sum kroystir ruskið saman, soleiðis at tað fyllir minst møguligt.
Theodor sigur, at honum kunnugt finst ein slík skipan bert umborð á heilt fáum føroyskum skipum, nevniliga Tjaldrinum og Brimli.
- Skipanin, sum vit umboða, kann kroysta ruskið saman við 10 tons stórum trýsti, soleiðis at tað fyllir lítið og einki í mun til, tá ið tað ikki verður kroyst saman, sigur hann.
Theodor sigur, at norska skipanin tekur lítið pláss og er ætlað at standa á dekkinum á skipinum.
- Inni í "komprimatorinum" er ein sekkur, sum verður fyltur, kroystur og koyrdur í land, tá ið skipið kemur í havn. Sekkurin er næstan tættur, og tá ið luftin verður kroyst úr honum, stendst at kalla eingin roykur av ruskinum, sum er í sekkinum, sigur Theodur Poulsen.










