Jens Sivar Djurhuus
Valevni hjá Sambandsflokkinum
Tosað verður nógv um globalisering og samstarv tvørtur um landamørk, sum sjálvandi er alneyðugt í einum heimi, har alt verður tættari at hvørjum øðrum orsakað av góðum samskiftis- og flutningsmøguleikum.
Allir teir hentleikar, sum lætta okum um samstarvið við útheimin hava gagnað okra samfelagi og vinnulívi og gjørt lívið lættari, eins og tað at samskifta yvir allan knøttin við internetinum er fyri einhvønn ein hentleiki, sum okur fyri fáum árum síðani bara kundi droyma um.
Hóast henda stóra broyting er hend á altjóða pallinum, so hevur tað víst seg sera trupult hjá okum her suðuri at draga eina línu bygdanna millum, tá ið neyðugt hevur verið at standa saman um mál, sum gagna økinum.
Tað hevur víst seg, at gamla mynstrið, har kappingin millum økini var hørð fyri at upprætthalda virksemi á staðnum framvegis er stór, hóast væl skuldi borið til at gjørt eina raðfesting av, hvat okur vilja skal vera í Suðuroynni av t.d.
?Vegakervi
?Tunlum
?Almennum stovnum
?Skúlum
?Sosialum aktivitetum
?Vinnuvirksemi
?Møguligum nýggjum
vinnum
?Mentanarligum møgu-
leikum
?Sagt sera greitt ? hvussu vilja okur hava Suðuroynna skipaða í framtíðini á øllum økjum ? eisini kommunal.
Hetta kann bara verða gjørt, um allir partar taka saman hendur og lyfta í felag ? óansæð hvønn politiskan lit okur annars hava.
Mín vón er, at okur eru so mikið at okum komin, at okur við opnum sinni seta okkum saman og gera eina slíka framtíðarætlan fyri alla Suðuroynna, fólkinum, sum her býr og komandi ættarliðum at gagni.