Framsýning um Blithsome og Coraliu

Í sambandi við at tað eru liðin 70 ár síðan Coralia bjargaði manningini á Blithesome, hevur Klaksvíkar býráð sett sær fyri at gera eitt tiltak til at minnast hesa hending

Býráðið hevur keypt modellini av bæði Blithsome ogCoraliu og hevur heitt á Óla Olsen, sjómansskúlalærara, um at skipa eina framsýning og annars greiða frá um hendingina.

Dávur Davidsen úr Tjørnuvík verður eisini við, og fer hann at avdúka modellini av Coraliu og Blithesome. Sangbólkurin Vitin syngur.

Eftir tiltakið verður boðið kaffi í býráðshøllini. Síðani verður bókin hjá Dáva Davidsen: Dávur í Tjørnuvík, seld í kunningarstovuni; og ber til at fáa bókina signeraða av Dáva, sum er 94 ára gamal  Hann er einasti eftir á lívi, sum var við til tiltiknu bjargingina.

Tiltakið er alment og verður í Býráðshøllini leygardagin 19. november kl. 15.00, har øll eru vælkomin.