Sum fiskivinnu- og ferðamannaland er tað umráðandi fyri Føroyar at hava og varðveita eitt reint og ríkt umhvørvi. Fyri fiskivinnuna hevur tað alstóran týdning, at dálking ikki elvir til vánalig livikor hjá sjótilfeinginum ella til minkandi virði fyri vøruna. Fyri ferðavinnuna hevur tað týdning, at landið eisini í framtíðini kann lýsast sum reint og óspilt, bæði á sjógvi, á landi og í luftini. Fyri øll, sum búleikast her á oyggjunum, hevur tað týdning, at náttúran og umhvørvið eisini í framtíðini kann vera varandi vakur grundarsteinur at byggja á og trívast í.
Higartil má tað tó staðfestast, at hvørki løgtingið ella landsstýrið hava megnað at broyta skeivu kósina í føroyska umhvørvispolitikkinum, hvørki herheima ella á altjóða pallinum. Dálking ferðast um landamørk, og tí ber ikki til at lata standa til og onki gera. Tíðin er eisin farin frá bert at gera tað, sum altjóða samfelagið tvingar okkum at gera. Neyðugt er at vera framsøkin – eisini á Fólkatingi.
Nútímans náttúru- og umhvørvispolitikkur byggir fyri stóran part á altjóða sáttmálar og millumlanda avtalur, sum eru samtyktar í ST, ES og øðrum samveldisstovnum. Tað er eisini har, at altjóða sáttmálarnir og avtalurnar verða dagførdar. Óansæð ríkisrættarligu støðu Føroya, so hevur tað ikki verið siðvenja hjá landsstýrinum ella umsitingini at taka virknan lut í tí fyrireikandi arbeiðinum, møguliga tí tað kostar ov nógv í tíð, embætisfólkum og pengum. Hetta er helst ein av orsøkunum til, at so langt enn er á mál, til Føroyar innan lóggávu, umsiting, gransking og í verjandi tiltøkum kunnu kallast at hava ein framsøknan umhvørvispolitikk.
Eg vil arbeiða fyri, at umhvørvið verður raðfest ovarlaga, so tað politiskt og umsitingarliga verður gjørligt hjá føroyingum at seta fingramerki á framtíðar altjóða náttúru- og umhvørvispolitikk. At tryggja føroyingum luttøku í fyrireikandi arbeiðinum á altjóða pallinum longu tíðliga í tilgongdini, ger okkum betur før fyri at taka røttu avgerðirnar til røttu tíð og soleiðis føra ein framsøknan umhvørvispolitikk - eisini á Fólkatingi.
www.annikaolsen.net










