Landsverkfrøðingurin hevði eina framløgu, har greitt varð frá tíðarætlanini. Eisini vóru tekningar og myndir av ætlaðu ferjuleguni, umframt modellroyndir, skipssimuleringar, og prosjekt løgd fram. Og so fingu bygdarfólkini eisini høvi til at seta spurningar.
Sosialurin frættir frá Landsverkfrøðinginum, at nógv varð spurt og fólki lat væl at ætlanini.
Tíðarætlanin vísir, at forkanningarnar til ferjuleguna byrjaðu í desembur 2000 og vóru lidnar í apríl í ár. Modellroyndirnar byrjaðu í novembur 2001 og vóru lidnar í juni í ár. Skipssimuleringarnar vóru eisini í apríl, og prosjekteringin fer fram í oktobur í ár. Og so er ætlanin at bjóða arbeiðið út tann 10. oktobur í ár.
Bjørn Kalsø, bygdarráðsformaður á Syðradali og Húsum, heldur, at tað var eitt gott hugskot at hava eina tílíka framløgu, har fólkið í oynni fekk høvi at seta spurningar, tí so eru tey greið yvir gongdina í arbeiðinum og vita eisini, hvat fer at henda nær.
Hann heldur eisini, at ein tílík ferjulega fer at hava stóran týdning fyri oynna.
- Tað er sjálvandi torført at siga akkurát, hvat hon kemur at týða fyri oynna og fólkið, men tað fer so avgjørt at lætta munandi um arbeiðsumstøðurnar bæði hjá bøndunum og smoltstøðini, sum er her. Umframt, at tað eisini fer at verða lættari hjá fólki, sum ferðast dagliga at koma aftur og fram, greiðir Bjørn frá.
Tá hann tosar um bøndurnir og smoltstøðina, hugsar hann serliga um tað at fáa fóður og annað tílíkt til og frá oynni. Og eisini olju.
- Eitt nú nýtir smoltstøðin nógva olju og fóður. Tað kann vera torført at fáa til oynna, og tá noyðast tey so at finna aðrar loysnir ? eitt nú at leiga annan bát. Tað er ein sera kostnaðamikil loysn, so eg dugi ikki at síggja annað enn, at tað fer at lætta munandi um hjá teimum, tá ferjulegan er komin, heldur Bjørn Kalsø.
Tað eru umleið 20 bilar í oynni í dag, men Bjørn væntar, at talið fer at økjast, tá ferjulegan er liðug.
Arbeiðið at gera ferjuleguna á Syðradali kemur at kosta umleið 20 milliónir krónur. Tað eru játtaðar 16 milliónir krónur á fíggjarætlanini.
Arbeiðið verður, sum sagt, boðið út í oktobur og ætlanin er, at byrja arbeiðið seinast í oktobur ella fyrst í novembur. Tað fer helst at verða arbeitt fyri tað mesta uppi á landi í vetur, tí tað er ikki vist, at umstøður verða til at arbeiða á sjógvninum.
Nær arbeiðið verður liðugt, kemur sjálvandi ann upp á hvussu alt fer at ganga, og hvussu tann, ið fær arbeiðið, kemur at arbeiða. Men væntast kann, at ferjulegan á Syðradali í øllum førum verður liðug á sumri í 2004.
So verður spennandi at vita, hvat fyri skip kemur at røkja siglingina um Kalsoyarfjørð til ta tíð. Tá verður so undirsjóvartunnilin um Vestmannasund liðugur, so tá skuldi onkur ferja verið til yvirs. Bjørn Kalsø metir, at ein ferja á stødd við Sam verður hóskandi til Kalsoyarfjørð.