? Konsertin hjá Fólkayvirlit flaggdagin, var óofficiella startskotið til eitt roadshow hjá ART 2005.
? ART er Áhugafelag Rock Tónleikaranna, sum í høvuðsheitum hevur tilknýtið til ovastu hædd á Margarinfabrikkini, har venjingarhøli eru.
? Eini 15 bólkar eru í dag limir í ART.
? Og tað er ikki eitt felag uttan ætlanir. Í summar fer felagið nevniliga at hava eini 30-50 tónleikatiltøk runt um í Havnini ígjøgnum summarið. Talan verður um bólkarnar, ið eru knýttir at ART, sum fara at framføra á Havnargøtum og m.a. eisini í miðlahúsinum í Vágsbotni.
? ART fekk annars prógvað sítt virði við framúr góðum tónleikarum á AME handanini leygarkvøldið. Bæði Føroya besti bassleikari, Føroya besti guitarleikari og Føroya besti trummuleikari eru knýttir at felagnum.










