Framburð og menning aftur á breddan við UNIKLAX

Skulu vit sum tjóð hava møguleika at kappast við aðrar tjóðir- ikki í stórleika ella fólkatali, men í kappingarføri á vørum og í prísi, tá er neyðugt við meira útbúgving.

Jan A. Joensen
--------


Fyri stuttum skrivaði eg greinastubba um, at ‘Sjálvstýrisflokkurin vil útbúgving- og vit meina tað’ Og vit meina tað framvegis!
Sjálvstýrisflokkurin hevur aftur lagt uppskot fram um, at skipa hægri lestur í Klaksvík og kring landið annars.
5.mai var á Føroya Løgting fyrsta viðgerð av tingmál 192/2010 Uppskot til samtyktar um UNIKLAX- Vit meina tað enn.

Fremsta endamál Sjálvstýrisfloksins hevur altíð verið, menning og framburð.
Hvørt vit vilja tað ella ikki, so er vitan tað sum hevur flutt okkum. Gomul - saman við nýggjari vitan er tað sum hevur flutt okkum. Og føroyingar hava flutt seg ómetaliga nógv seinastu 150 árini.

Vit mugu allatíðina vinna longur fram
Skulu vit sum tjóð hava møguleika at kappast við aðrar tjóðir- ikki í stórleika ella fólkatali, men í kappingarføri á vørum og í prísi, tá er neyðugt við meira útbúgving. Útbúgving sum kann koma vinnuni til gagns, vónandi eisini nýggjum vinnum og harvið møguleikanum at varveita størsta partin av ungdóminum.

Vit skulu hava fleiri UNIKLAX
Skulu Føroyar ikki fara frá at framleiða ull, til 20 p. blokkar- til til 5 p. blokkar av fisk, til laksaportiónir- til ungdóm í stórum tali, tá er neyðugt, at vit sum tjóð áhaldandi royna at førleikamenna okkum- at vit geva okkara ungdómi møguleikan at førleikamenna seg í føroyum.
Hvørt manndómsprøvin hjá okkara nýggja ættarliði er at royna ‘nýggju brúnna’ um Streymin ella ein túr við Smyrli er av minni týdningi. Álvaratos kunnu vit senda føroyingar út í stóru verð at læra og arbeiða- men megna ikki teir 3. tímarnar úr Suðuroy til Klaksvíkar ella øvugt.
Lat okkum gera allar føroyar til eitt áhugavert lestrar- og menningarstað.