Frakland vann sannførandi á Kroatia

Fraklendingar vístu aftur meistarataktir í EM endaspælinum í hondbólti í dag

Verandi evropa, heims og olympisku meistararnir í manshondbólti, Frakland hava vunnið seg uppaftur aftaná tapið ímóti Póllandi í innleiðandi bólkaspælinum.

 

Í dag vann Frakland ein sannførandi 32-24 sigur á Kroatia. Longu í fyrra hálvleiki var Frakland á sigurskós, og tá liðini fóru til hálvleiks vóru fraklendingar á odda 16-10. Luc Abalo (myndin) gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum. Thierry Omeyer í málinum hjá Fraklandi tók nógv, og hann krúnaði verkið við at skora eitt mál sjálvur við einum vøkrum langum kasti. 

 

Klokkan 19.30 spæla Pólland og Noreg oddauppgerð í millumbólki 1. Frakland hevur seks stig. Pólland, Noreg og Kroatia hava fýra stig, meðan Makedonia og Hvítarussland einki stig hava vunnið sær í millumbólki 1.