Frakland sendi Ongland heim

HM 2022: Harry Kane brendi brotsspark og Ongland er á veg heim

Frakland, sum er verandi HM-vinnari, er víðari til HM-hálvfinaluna, eftir at teir í kvøld vunnu 2-1 á Onglandi. Harry Kane hevði møguleikan at javna stutt fyri tíð, tá Ongland fekk brotsspark, men skotið fór uppum.

 

Frakland fekk eina góða byrjan upp á dystin, tá Aurelien Tchouameni eftir 17 minuttir sendi eitt langskot í máli. Nýggi miðvallarin hjá Real Madrid rakti bóltin hart og flatt.

 

Sami Aurelien Tchouameni átti taklingina, tá Ongland fekk sítt fyrra brotsspark í dystinum tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Bukayo Saka sneiddi seg leysan og bleiv feldur. Harry Kane umsetti móti liðfelagnum í Tottenham, Hugo Lloris.

 

Eitt lítið korter fyri tíð skoraði Oliver Giroud til 2-1. Hann hevði stutt frammanundan hótt, og so stútaði hann eitt innlegg í málið. Bara minuttir seinni fekk Ongland møguleikan at javna, tá Mason Mount bleiv rendur umkoll í brotsteiginum.

 

Harry Kane tók sær enn eina ferð av brotssparkinum, men hesa ferð langaði hann bóltin væl uppum. Seinastu løtuna royndi Ongland seg við frísparki og nøkrum innleggum. Frísparkið fór uppum og innleggini tók Hugo Lloris sær av.

 

Frakland skal nú møta Marokko í hálvfinaluni.