Frakland letur Ukraina lættar stríðsvognar

Sambært netsíðum hjá franska verjumálaráðnum er talan um stríðsvognar av slagnum, AMX 10 RC.

Frakland fer at senda Ukraina lættar stríðvognar, sum eru framleiddir í Fraklandi.

 

Útlendskir miðlar skriva, at hetta er fyrstu ferð, at Ukraina fær vápn í hesum flokki úr vesturheiminum.

Tíðindini um hesa fronsku veiting bórust eftir, at forsetarnir báðir, Macron og Zelenskyj, høvdu tosað saman í telefon í dag.

 

Sambært netsíðum hjá franska verjumálaráðnum er talan um stríðsvognar av slagnum, AMX 10 RC, sí myndina omanfyri, og hetta skulu vera sera góðir og mobilir vognar.

 

Fronsku stríðsvognarnir eru útgjørdir við kanóntorni, og teir verða umrøddir sum "stríðsvogna-veiðimenn", har teir serliga verða brúktir til at oyðileggja stríðsvognar hjá fíggindanum.

 

Einki verður sagt um, hvussu nógvir stríðsvognar av slagnum AMX 10 RC verða sendir til Ukraina, og heldur einki verður sagt um, nær Ukraina fær hernaðarakførini.

 

Í fjør læt Frakland Ukraina kanónir - Caesar-haubits, sum tær verða róptar - og sum kunnu flytast runt á lastbilum.

 

- Í oktober segði franski forsetin, at landið eisini fór at lata Ukraina loftverjukanónir, nú russar so dúgliga leypa á undirstøðukervið í landinum, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.