Frakland í kreppu

Eitt ótal av heimsstjørnum og leikarum í teimum stóru feløgunum kring Europa, men bara eitt stig at vísa á. Tað er støðan hjá Fraklandi eftir dystin í kvøld.

 

Eftir ein málleysan fyrra hálvleik, kom lív í Meksiko. Fyrst legði komandi Manchester United framherjin, Javier Hernandez, Meksiko á odda. Góðar tíggju minuttir seinni økti Cuauhtémoc Blanco uppá brotsspark til endaliga úrslitið 2-0 til Meksiko. Fyrrverandi liðskiparin og toppskorarin á franska landsliðnum, Thierry Henry, sat á bonkinum allan dystin.

 

Sigurin merkir, at Frakland skal vinna seinasta dystin ímóti Suðurafrika og vóna at úrslitini koppa teirra veg um teir skulu koma víðari.

 

Dysturin staðfesti eisini, at franska landsliðið er í kreppu. Tað er næstan ein kunstur, at fáa so lítið burtur úr einum so góðum liðið.