Frakland forbjóðar fartelefon í skúlunum

Hon skal als ikki á skúlans øki

Í fronsku fólkaskúlunum er tað er longu bannað næmingum at hava fartelefonina frammi í skúlatímunum, men eftir summarfrítíðina fer stjórnin í Fraklandi at forbjóða fartelefonini á skúlans øki. Næmingar kunnu tískil heldur ikki hava fartelefon í lummanum ella í taskuni, tá tey eru í skúla, skrivar DR. 

 

 

– Hava vit hugsað okkum at forbjóða fartelefonir í fólaskúlunum? Svarið er ja, kunngjørdi Jean-Michel Blanquer, ráðharri í skúlamálum, fyri jól. 

 

 

Hann greiðir frá, at tað snýr seg bæði um hugsavnan og um fólkaheilsu, men stjórnin hevur eisini fingið atfinningar frá fleiri lærarafeløgum, sum vilja vera við, at tað verður torført er tryggja sær, at bannið verður hildið, og at bannið møguliga fer at minka um góðskuna í undirvísingi. 

 

 

– Alsamt fleiri lærarar brúka fartelefoninar sum eitt pedagogiskt amboð, sigur Cathrine Nave-Bekhti, sum er formaður hjá 30.000 fronskum fólkaskúlalærarum, skrivar DR.